Áki Samuelsen skoraði í 24. minutti og legði Føroyar á odda í avgerandi dystinum um annað plássið í bólkinum.
Føroyar høvdu havt munin, tá góðir 36 minuttir vóru spældir. Føroyar hava havt bóltin 61 prosent av tíðini og havt átta málroyndir, meðan Moldova hevði havt tvær. Føroyar høvdu eisini tveir stórar málmøguleikar, og Moldova hevur havt ein málmøguleika.
Føroyar fóru inn í seinasta bólkadystin við fimm stigum eftir fimm javnleikir. Moldova hevði sjey stig og stendur seg tí við javnleiki. Vinna Føroyar, fara tær fram um Moldova og fáa tveir dystir um uppflyting í mars.
-
©