Fróðskaparsetrið skrivar, at Eini 70 fólk vóru komin í Kongshøll at fylgja við ph.d.-verjuni hjá Rógva Olavson, og hon gekk sera væl. Metingarnevndin rósti honum fyri haldgóða ritgerð og eisini fína framløgu.
Ritgerðin fevnir um fimm vísindaligar greinar, og metingarnevndin heldur, at talan er um eitt sera viðkomandi, aktuelt og týdningarmikið evni.
Nevndin legði dent á, at granskingin hjá Rógva gevur týdningarmikla nýggja vitan um kreppustýring í smásamfeløgum. Ritgerðin fekk rós fyri at vera metodisk sterk og fjøltáttað, og at Rógvi dugir at vísa, at støddin á samfelagnum hevur týdning í kreppustøðu, uttan tó at “romantisera” tað.
Ein samd metingarnevnd mælti til, at Rógvi fær ph.d.-heitið.
Rógvi hevur verið ph.d.-lesandi og starvssettur á Søgu- og samfelagsdeildini.
Høvuðsvegleiðari hansara hevur verið Jens Christian Svabo Justinussen, lektari. Í metingarnevndini vóru Hans Andrias Sølvará, professari á SSD, forfólk, Lise Hellebø Rykkja, professari á Universitetinum í Bergen, og Carsten Jensen, professari á Aarhus Universiteti.
Ritgerðin eitur Governance in Proximity. Administrative Intimacy and Crisis Management in the Faroe Islands, og Lise helt, at øll eiga at lesa góðu ritgerðina, og tað kunnu vit, tí at hon liggur HER.