info
Ongi úrslit

Landslæknin setir fleiri fólk í sóttarhald

Tað er av trygdarávum fyri at byrgja fyri, at nýggi omikron varianturin av koronu skal breiða seg í Føroyum

Áki Bertholdsen
1. desember 2021 kl. 16:15

Í løtuni verða allir smittutilburðir, sum koma úr útlandinum kannaðir fyri vita um talan er um nýggja omikron-variantin, sum smittar sera illa. Hetta kann taka upp í tveir dagar at gera, sigur landslæknin.

Meðan hetta verður gjørt, setir Landslæknin fleiri fólk í sóttarhald, fyri at minka um vandan fyri smittuspjaðing. Hetta merkir, at øll sum hava verið í beinleiðis samband við ein smittaðan – hetta eru fólk í  2. liði - verða sett í sóttarhald – bæði ókoppsett og koppsett. Fólk í 2. liði verða biðin um at kanna seg fyri korona beinanvegin. Tey, sum hava verið í beinleiðis samband við 2. lið – tað vil siga persónar í 3. liði – verða eisini biðin um at fara í sóttarhald – bæði ókoppsett og koppsett.

Tá úrslitið frá kanningunum er greitt, sleppa tey í 2. liði, sum eru koppsett,  og sum hava eitt negativt kanningarúrslit, úr sóttarhaldi. Tey, sum ikki eru koppsett í 2. liði, skulu verða í sóttarhaldi í 10 dagar.

Fólk í 3. liði, sleppa úr sóttarhaldi, um teirra samband úr 2. liði fær eitt negativt kanningarúrslit.

Landslæknin hevur valt at taka hesi fyrivarni, til vit vita meira um Omikron-fyribrigdi. 

Soleiðis hevur landslæknin býtt fólk upp í 1. lið, 2. lið og 3. lið. Sí talvuna niðan fyri:

##med2##

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

23 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

USA hevur vápn í rúmdini

13 minuttir síðan
Tíðindi

Hægstirættur vísir Trump aftur í máli um brævatkvøður

5 tímar síðan
Tíðindi

Feðgarnir Smith sýna fram

5 tímar síðan
Tíðindi

Russisk fregatt skeyt neyð­bluss eft­ir danskari hernaðar­tyrlu

6 tímar síðan
Tíðindi

Nato-flogfar skeyt dronu niður í Litava

7 tímar síðan
Tíðindi

Føroyingar arbeiða nógv longri

9 tímar síðan
Tíðindi

Málið er at gera allar Føroyar rottufríar

10 tímar síðan
Hondbóltur

Jana skiftir til Nykøbing Falster komandi kappingarár

10 tímar síðan
Tíðindi

USA strikar útlátsmørk fyri orkuverk

10 tímar síðan
Tíðindi

ES útsetir freistina at leingja revsitiltøkini móti Russlandi

11 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Mattias føroyingauppgerðina

12 tímar síðan
Fótbóltur

Tveir HB-sigrar og ein javnleikur

13 tímar síðan