info
Ongi úrslit

Her er tann nýggi James Bond

Bretski sjónleikarin, sum fekk sítt stóra gjøgnumbrot í Twilight-filmunum, tekur við leiklutinum sum agentur 007 eftir Daniel Craig.

Eirikur Lindenskov
16. november 2026 kl. 17:06

40 ára gamli Robert Pattinson skal spæla James Bond í næsta filminum um bretska fregnartænastumannin. Tað varð kunngjørt mánadagin á almennu Instagram-síðuni hjá James Bond, skrivar Ritzau.

– James Bond er ein av teimum mest tiltiknu filmsfigurunum. At fáa litið leiklutin sum 007 upp í hendur er størsti heiðurin, sigur Pattinson í eini fráboðan, sum BBC hevur endurgivið.

Hann tekur við eftir Daniel Craig, sum spældi Bond seinastu ferð í No Time to Die frá 2021 – og sum doyði í filminum í Føroyum, úti í Kallinum á Kalsoy.

Franskt-kanadiski leikstjórin Denis Villeneuve, sum hevur leikstjórnað Blade Runner 2049 og teimum báðum fyrstu Dune-filmunum, skal leikstjórna nýggja Bond-filminum.Frá Twilight til 007

Pattinson gjørdist kendur sum Cedric Diggory í Harry Potter and the Goblet of Fire. Stóra gjøgnumbrotið kom í 2008, tá hann spældi vampýrin Edward Cullen í fyrsta Twilight-filminum.

Eftir Twilight spældi hann í smærri filmum sum Cosmopolis, Good Time og High Life. Síðani hevur hann aftur havt stórar leiklutir, millum annað sum Batman og í The Odyssey.

Pattinson verður sjeyndi sjónleikarin, sum spælir James Bond í almennu filmsrøðini, ið byggir á bøkurnar hjá Ian Fleming. Komandi filmurin verður tann 26. í røðini og tann fyrsti, síðani Amazon fekk fult skapandi ræði á Bond-filmunum.

Frumsýningardagurin er enn ókendur. Filmsmiðilin Variety skrivaði í fjør, at Amazon miðaði eftir 2028. Amazon hevur enn ikki váttað tað.

Kelduupplýsingar: Ritzau.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

23 tímar síðan

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Eyðun og hansara menn hava kós móti uppflyting

4 minuttir síðan
Tíðindi

Myndir: Áki Samuelsen hevur lagt Føroyar á odda

1 tími síðan
Tíðindi

Lærlingadagur í Tórshavnar kommunu

1 tími síðan
Tíðindi

Rógvi Olavson vart ph.d.-ritgerð um kreppustýringina undir koronufarsóttini

2 tímar síðan
Tíðindi

Fótbóltur: Gera seg klár til landsdystin

2 tímar síðan
Lýsingagrein

Keyp appin ger tað lættari at fara til handils

2 tímar síðan
Fótbóltur

Adrian verður fremsti maður í dag

3 tímar síðan
Fótbóltur

Viljormur og Odmar vóru við í minniliga novembersigrinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Heilsustýrið kannar skíggjanýtslu og heilsu hjá ungum í Føroyum

3 tímar síðan
Tíðindi

Afturbrá 2 – Gamlar myndir úr Norðoyggjum

4 tímar síðan
Tíðindi

Fólk við breki kunnu missa 2.836 krónur um mánaðin

4 tímar síðan
Fótbóltur

Tríggir vilja gerast forseti í Fifa

4 tímar síðan