info
Ongi úrslit

Meistaradeildini kvinnur: Jensa var besti leikarin í oktober

Mánakvøldið tók Jensa Tórolvsdóttir ímóti heiðrinum

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, saman við pápanum, Tórolvi Jacobsen, og próvnum uppá, at hon var besti spælarin í Meistaradeildini hjá kvinnum í oktober 2026 - Mynd: Hans Erik Danielsen
Heri Á. Simonsen
10. november 2026 kl. 21:20

FSF skrivar:

- Mánakvøldið fór kvinnulandsliðið undir fyrireikingarnar til Baltic Cup, sum er á skránni seinni í mánaðinum.

Men áðrenn venjarin, Pætur Smith Clementsen av álvara setti venjingina í gongd, bleiv Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir úr Víkingi heiðrað sum besti spælarin í Meistaradeildini hjá kvinnum í oktober.

Hinar báðar, ið eisini vóru tilnevndar hesaferð og við í atkvøðugreiðsluni á sona appini, vóru Birita Ryan úr KÍ, og Evelin Mastropasqua úr 07 Vestur.

Tað var pápi Jensu, Tórolvur Jacobsen, sum vegna Fótbóltssamband Føroya handaði dótturini eitt gávubræv frá Føroya Tele, og ein serstakan minnislut, ið er latin av FSF.

Átakið “besti spælari í hvørjum mánaði” er skipað í samstarvi við høvuðsstuðlarnar hjá MeistaraDeildini, Atlantic Airways, Bygma Balslev og Føroya Tele. Skrivar FSF.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

J. D. Vance eftir valið: - Øll vita hví vit taptu

4. november kl. 16:31

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Klaus Kjellerup deyður

35 minuttir síðan
Tíðindi

Frágreiðing: Tiltøk móti Russlandi verða umgingin

1 tími síðan
Fótbóltur

Schjønberg fer nú at venja kvinnurnar hjá Esbjerg

2 tímar síðan
Tíðindi

6,3 milliónir amerikanarar kunnu missa matstuðulin

3 tímar síðan
Tíðindi

Vælkomin til ársins Jól við Løkin!

4 tímar síðan
Tíðindi

Amnesty Tónar 35 ára Fagnaðarkonsert

4 tímar síðan
Tíðindi

Í myndum: Zelenskyj á vitjan í Danmark

4 tímar síðan
Tíðindi

40 filmsfólk savn­ast í Før­oy­um um nýggj­ar heim­ild­ar­filmar

4 tímar síðan
Tíðindi

Seks nýggj­ar barna­bøk­ur frá Bóka­deild­ini – helvt­in eru upp­runa­før­oyskar

5 tímar síðan
Tíðindi

Turkur tømir størsta vatngoymsluvatnið í Cornwall

5 tímar síðan
Fótbóltur

Steinar er nýggjur formaður á Skála

6 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit hava hvønannan

6 tímar síðan