Handilin millum ES og Russland er minkaður munandi, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022. Men tiltøkini kundu havt størri ávirkan, um ES-londini framdu tær á sama hátt.
Tað staðfestir Evropiski grannskoðanarrætturin í einari nýggjari frágreiðing, skrivar Ritzau.
– ES-nevndin hevur arbeitt hart fyri at fáa neyðugu karmarnar upp á pláss og samskipa íverksetingina. Men ógreiðar reglur og veik handhevjing avmarka ávirkanina av tiltøkunum og gera tað lættari at umganga tey, sigur Mihails Kozlovs, limur í grannskoðanarrættinum.
Hóast handilstiltøkini eru samtykt í ES, eru tað tollmyndugleikarnir í einstøku limalondunum, sum skulu handhevja tær. Sambært frágreiðingini er munur á, hvussu strangt londini hava eftirlit við handlinum við Russland.
ES var framvegis triðstørsti handilsfelagin hjá Russlandi í 2025. Handilin er tó minkaður úr 253 milliardum evrum í 2022 niður í 58 milliardir evrur í 2025. Tað er ein minking upp á meira enn tríggjar fjórðingar.
Tá ið talan er um vørur, sum russiski herurin kann brúka í krígnum, hava tiltøkini havt stóra ávirkan. Sambært frágreiðingini er útflutningurin av hesum vørum úr ES í stóran mun steðgaður.
Men tað er framvegis ein trupulleiki, at tiltøkini verða umgingin umvegis triðjalond.
Grannskoðanarrætturin vísir á, at orðingin av reglunum er ein partur av trupulleikanum. Tað hevur ferð eftir ferð verið torført hjá teimum 27 ES-londunum at semjast, tí tiltøkini raka londini ymiskt.
Úrslitið kann verða ógreiðar orðingar, sum lata upp fyri ymiskum tulkingum og møguleikum at umganga reglurnar.
Millum dømini eru Italia og Frakland, sum í eitt tíðarskeið royndu at fáa marglætisvørur sum taskur og klæði undantiknar. Belgia hevur roynt at verja sín diamantútflutning, meðan onnur lond hava roynt at varðveita møguleikan at keypa russiska olju og gass.
Sambært grannskoðanarrættinum kann smidleiki í reglunum gera tað lættari at fáa semju millum limalondini. Men tað hevur sín prís: Reglurnar kunnu verða handhevjaðar ymiskt, og vandin økist fyri, at glopp verða misnýtt til handil um landamørk.