Bogi Jacobsen og nevndin í P/F Varðanum boðaðu í gjár frá, at tey vóru komin ásamt um, at Bogi Jacobsen fór frá sum stjóri eftir seks ár í starvinum. Eingin orsøk varð nevnd í tíðindaskrivinum.
Men sambært Frihedsbrevet.fo, sum greinar málið, er talan um ósemju millum stjóran og nevndina.
– Tað skilst, at tað heldur er kósin, sum partarnir eru ósamdir um, skrivar Frihedsbrevet í eini greining í morgun.
Miðilin vísir á, at ein nýggj nevnd tók við í P/F Varðanum í summar í sambandi við eitt ættarliðsskifti. Per Dávidsson Jacobsen, Poul Arni Jacobsen og Arni Rasmussen komu tá í nevndina.
Síðani eru fleiri broytingar gjørdar í samtakinum. Nevndin í Varðanum Pelagic varð broytt, Jákup Eli Thomsen tók við sum stjóri har eftir Boga Jacobsen, og virkisleiðarin Ólavur Bjarkhamar er eisini farin úr starvi.
Frihedsbrevet dregur eisini Grant á Vatnsoyrum fram. Varðin keypti allan partapeningin í felagnum í apríl, men eftir nevndarskiftið í summar varð avgjørt at steðga virkseminum, tí raksturin ikki bar seg.
Sambært Frihedsbrevet benda hesar broytingarnar á, at nýggja nevndin hevur lagt eina aðra kós fyri samtakið.
Miðilin metir tað samstundis vera lítið sannlíkt, at fíggjarliga úrslitið er orsøkin til stjóraskiftið. Varðin hevði í 2025 eitt úrslit eftir skatt upp á 231 milliónir krónur, sum var eitt av bestu úrslitunum hjá felagnum nakrantíð.
Hvørki Bogi Jacobsen ella nevndarformaðurin hava alment greitt nærri frá, hvør ítøkiliga ósemjan er.