info
Ongi úrslit
© DHA/AFP/Ritzau Scanpix
Myndatekstur: Bjargingarfólk á vanlukkustaðnum í Manisa í vestara parti av Turkalandi. Minst 11 fólk lótu lív, tá ein ferðafólkabussur og ein lastbilur stoyttu saman sunnudagin.

Minst 11 deyð í bussvanlukku í Turkalandi

Og 27 fólk fingu skaða, tá ein ferðafólkabussur og ein lastbilur stoyttu saman á motorvegnum millum Bursa og Izmir.

Eirikur Lindenskov
11. oktober 2026 kl. 15:41

Minst 11 fólk lótu lív og 27 fingu skaða í eini ferðsluvanlukku í vestara parti av Turkalandi í dag.

Ein ferðafólkabussur stoytti saman við ein lastbil og koppaði í Manisa-landslutinum. Vanlukkan hendi nær eini innkoyring á motorvegin millum býirnar Bursa og Izmir.

Tað upplýsa myndugleikarnir í Manisa sambært tíðindastovuni AFP.

Innanríkisráðharrin, Mustafa Ciftci, sigur, at bjargingarfólk vórðu send á staðið, og at myndugleikarnir fylgja støðuni neyvt.

Myndir hjá turkisku tíðindastovuni DHA vísa bussin liggja á síðuni við stórum skaða. Sløkkiliðs- og heilsustarvsfólk arbeiða kring bussin, og brotið glas og leysir lutir liggja á vegnum.

Í upplýsingunum frá AFP verður ikki greitt nærri frá orsøkini til vanlukkuna ella støðuni hjá teimum 27, sum fingu skaða.

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

SMS: H71 vann stórsigur á EB í Hoyvíkshøllini

3 minuttir síðan
Fótbóltur

AC Horsens bjargaði javnleikinum í yvirtíðini

53 minuttir síðan
Tíðindi

Møgulig ætlan um at myrða Donald Tusk

1 tími síðan
Lesarabrøv

Tá vit hava tikið ræðið á laksinum, hava vit eisini tikið ábyrgdina

1 tími síðan
Tíðindi

Mótmæla laksa­al­ing í Seyð­is­firði og Reykja­vík í dag

1 tími síðan
Lesarabrøv

Marknaðarprísur og samfelagsligt virði

2 tímar síðan
Tíðindi

Umvæla skúlan í Vestmanna fyri umleið 70 milliónir

2 tímar síðan
Tíðindi

Gosfjall kastar 35 kilometrar langan skugga

3 tímar síðan
Tíðindi

Íslendskur alilaksur skal vinna kinesiska marknaðin

4 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanskt stríðsflogfar leyp á farmaskip

4 tímar síðan
Tíðindi

Kanna møguligt harðskapsmál í Vági

5 tímar síðan
Tíðindi

Maria Tórgarð fekk Árs­ins Sálar­heilsu­virð­is­løn 2026

5 tímar síðan