Adrian R. Justinussen spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í AC Horsens í útidysti í superliguni móti Silkeborg megnaði javnleik 3-3.
Horsens fekk annars eina dreymabyrjan. Tá 23 minuttir vóru leiktir høvdu Alagie Saine og Jacob Bonde lagt Horsens á odda 2-0.
Men í seinna hálvleiki koppaði alt. Silkeborg skoraði trý mál innanfyri 23 minuttir, og so var heimaliðið á odda 3-2.
Men fimm minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Alagie Saine fyri Horsens, og so kundu Adrian og liðfelagarnir stórfegnast um at bjarga einum stigi móti dystarenda.
Horsens er nummar seks í deildini við 12 stigum.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18 hevur AC Horsens dyst á heimavølli móti Randers FC.