Pólska løgreglan hevur fingið upplýsingar um eitt møguligt álop á forsætisráðharran, Donald Tusk, og verjumálaráðharran, Wladyslaw Kosiniak-Kamysz, sum eisini er varaforsætisráðharri.
Tað skrivar tíðindastovan AFP sambært Ritzau.
Karolina Galecka, talskvinna fyri pólska innanríkisráðið, upplýsti á tíðindafundi í dag, at fráboðanin um eina møguliga ætlan um at myrða teir báðar varð latin løgregluni gjøgnum almennu verjutænastuna SOP.
Umboð fyri løgregluna, SOP og innanhýsis trygdartænastuna vóru í dag á fundi um málið.
Enn eru eingir nærri upplýsingar um møguligar illgrunasamar persónar ella um, hvussu álopið skuldi fremjast.
– Vit taka málið í størsta álvara, sigur Jacek Dobrzynski, talsmaður fyri ráðharran við ábyrgd av fregnartænastunum, sambært AFP.
Hann sigur, at løgreglan og trygdartænasturnar fáa alsamt fleiri hóttanir móti Póllandi og pólendingum. Í hesum førinum var sambært honum stórur vandi fyri, at hóttanirnar veruliga fóru at verða framdar.
Donald Tusk tók aftur við sum forsætisráðharri í 2023 eftir fleiri ár við stjórnum undir leiðslu av nationalkonservativa flokkinum Lóg og Rættvísi, PiS. Hann hevur eisini verið formaður í Evropeiska Ráðnum.
Tusk stendur á odda fyri liberalu og ES-vinarligu Borgarasamgonguni.
Sambært Reuters er harðskapskriminalitetur lutfalsliga sjáldsamur í Póllandi. Landið er tó merkt av djúpum politiskum ósemjum og trygdarhóttanum í sambandi við kríggið í grannalandinum Ukraina.
Í august varð ein 23 ára gamal maður handtikin. Hann er ákærdur fyri at hava eggjað til dráp á leiðandi pólskar politikarar.