Aftaná fimm dystir hevur H71 framvegis fullan pott í SMS-deildini.
Í dag hevði H71 vitjan av EB í Hoyvíkshøllini. Í fyrra hálvleiki bitu eiðiskvinnur væl frá sær, og var støðan í steðginum javnleikur 15-15.
Í seinna hálvleiki var heimaliðið flúgvandi, og endaði tað við 35-22 stórsigri til H71.
Maria H. Weyhe var við 11 málum toppskjútti hjá H71. Við sjey málum var Nadja Pejovic toppskjútti hjá EB.
H71 er oddalið við 10 stigum. Neistin hevur sjey stig, og Stjørnan og VÍF hava seks stig hvør. EB hevur fýra stig, StÍF hevur trý stig, og Kyndil er aftast við tveimum stigum.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum H71 og EB:
-
©