Kvæðastevnan hevur til endamáls at kveikja áhuga í føroyskum dansi, soleiðis at hesin dýrabari mentanararvur okkara fær bestu umstøður at blóma.
Kvæðini og vísan arbeitt verður við á kvæðastevnuni eru Sigmundskvæði yngra, Harpu ríma og Sinklars vísa. Námsfrøðiligt undirvísingartilfar, so sum borðspøl, stafett og Kahoot, verða nýtt, men næmingarnir læra eisini dansispøl og fara upp á gólv. Næmingarnir fáa eisini høvið at vísa síni kvæðaevni í kappingini Kvæðatalent, har góður vinningur verður.
Í ár eru 1.200 næmingar teknaðir til stevnuna.