Bilar stóðu í kilometralangari kø til tess at sleppa fram at ruskbingjunum á brennistøðini hjá Tórshavnar kommunu á Sandvíkarhjalla í kvøld.
Av tí at verkfallið hjá arbeiðarafeløgnum fyri tey, sum starvast hjá kommunum og landinum ikki kemur í gildi fyrr enn nú á midnátt, so boðaði Tórshavnar kommuna frá, at brennistøðin hevði opið til klokkan 21. Og hesum gjørdu nógv sær dælt at. Flestu teirra komu helst við húsarhaldsruskinum, sum ikki er heintað í dag og sum ikki verður heintað, so leingi verkfallið stendur við.