info
Ongi úrslit

Trump boðar frá vápnahvíld – Zelenskyj visti einki um hana

Amerikanski forsetin sigur, at Russland og Ukraina eru samd um eina vápnahvíld á orkuøkinum. Ukrainski forsetin sigur, at boðini eru nýggj fyri honum.

Eirikur Lindenskov
11. oktober 2026 kl. 17:05

Russland og Ukraina hava sambært amerikanska forsetanum, Donald Trump, gjørt eina avtalu um tað, hann kallar eina vápnahvíld á orkuøkinum.

Í einum uppslagi á Truth Social sunnudagin skrivar Trump, at avtalan er komin í gildi alt fyri eitt.

– Við virknaði beinanvegin er vápnahvíld á orkuøkinum í krígnum millum Russland og Ukraina. Báðir partar eru samdir. Brótið hana ikki, skrivar Trump.

Hann greiðir ikki nærri frá, hvat avtalan fevnir um.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur við miðilin Axios, at boðini frá Trump eru nýggj fyri honum.

– Men um russararnir taka undir við eini vápnahvíld á orkuøkinum, so tekur Ukraina eisini undir við henni, sigur Zelenskyj.

Russisku myndugleikarnir hava enn ikki politiskt váttað boðini frá Trump.

Almenna russiska kjarnorkufelagið Rosatom sigur tó, at tað væntar eina vápnahvíld kring kjarnorkuverkið Zaporizjzja í næstum, so fleiri umvælingar kunnu gerast. Tað skrivar Reuters.

Boðini frá Trump koma eftir fleiri dagar við ósemjum millum amerikanska og ukrainska forsetan.

Fríggjadagin legði Trump fram eina avtalu um, at Russland skal veita diesel til USA. Leygardagin segði hann við tíðindafólk, at Zelenskyj hevði gingið ímóti boðum hansara um ikki at leypa á russisk oljureinsiverk.

Sambært Trump kunnu álopini gera alheims brennievnistrotið verri.

Zelenskyj kallaði dieselavtaluna við Russland eina veika avgerð. Trump segði síðani, at Ukraina hevur tørv á einum nýggjum forseta.

/Ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Nú nærkast av álvara hjá NSÍ

9 minuttir síðan
Hondbóltur

Óli syrgdi fyri 10 málstigum í stórsigri hjá GOG

13 minuttir síðan
Tíðindi

Mentanarvirð­is­løn­ir lands­ins verða hand­að­ar í Sør­vági

1 tími síðan
Hondbóltur

SMS: H71 vann stórsigur á EB í Hoyvíkshøllini

1 tími síðan
Tíðindi

Minst 11 deyð í bussvanlukku í Turkalandi

1 tími síðan
Fótbóltur

AC Horsens bjargaði javnleikinum í yvirtíðini

2 tímar síðan
Tíðindi

Møgulig ætlan um at myrða Donald Tusk

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Tá vit hava tikið ræðið á laksinum, hava vit eisini tikið ábyrgdina

2 tímar síðan
Tíðindi

Mótmæla laksa­al­ing í Seyð­is­firði og Reykja­vík í dag

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Marknaðarprísur og samfelagsligt virði

3 tímar síðan
Tíðindi

Umvæla skúlan í Vestmanna fyri umleið 70 milliónir

3 tímar síðan
Tíðindi

Gosfjall kastar 35 kilometrar langan skugga

4 tímar síðan