Ígjár og aftur í kvøld boðar Víkingur frá styrki til meistaradeildshópin til komandi kappingarár.
Talan er um verjuleikaran, Jónas Prior sum kemur úr 07 Vestur, og framrættaða leikaran, Jóhan Josephsen sum kemur úr B68, men hevur havt sín fótbóltsuppvøkstur í KÍ.
Á facebookvanga felagsins skrivar Víkingur:
- Víkingur og Jóhan Josephsen hava undirskrivað ein tvey ára sáttmála.
Jóhan er 21 ára gamal og er upprunaliga KÍ’ari, men hevur eisini spælt við B68. Jóhan er framrættaður leikari og hevur eisini umboðað fleiri U-landslið.
Vit gleðast um at Jóhan hevur valt ljósablátt og vit ivast ikki í at tit taka væl ímóti honum.
Víkingur og Jónas Prior hava undirskrivað eina avtalu, sum inniber at Jónas komandi tvey árini verður ljósabláur.
Jónas, sum er úr Sandavági, er 20 ára gamal og er ein stórur og sterkur verjuleikari. Jónas hevur umboðað øll føroysku ungdómslandsliðini, so talan er um ein sera spennandi leikara.
Vit fegnast um at Jónas legst afturat hópinum og ivast ikki í, at tit taka væl ímóti honum. Skrivar Víkingur.