info
Ongi úrslit

Navnabroyting og nýtt búmerki í Hoyvík

FC Hoyvík verður til Fótbóltsfelagið Hoyvík, og troyggjurnar verða grønar í framtíðini

Heri Simonsen
2. februar 2023 kl. 15:23

FC Hoyvík hevur í dag sent út tíðindaskriv, har boðað verður frá navnabroyting og nýggjum samleika. Mælt verður til, at felagið broytir navn frá FC Hoyvík til Fótbóltsfelagið Hoyvík – nevnt Hoyvík í vanligari talu -, og at felagið fær nýggjan samleika við hvítum og grønum búmerki og búnum.

- Eftir samanleggingina millum fótbóltsfeløgini FC Hoyvík og Undrið FF, skiftir felagið samleika og fær nýtt búmerki. Nevndin fer á komandi aðalfundi at mæla til, at felagið broytir navn til Fótbóltsfelagið Hoyvík, tó í vanligari talu Hoyvík. Samanleggingin er liður í at styrkja fótbóltsfelagskapin í trið størsta býnum í Føroyum, so fólkið kann standa saman um eitt felag, skrivar felagið og lýsir búmerkið soleiðis:

- Nýggja búmerkið er hvítt og skapið er ein savnandi sirkul, sum er samansettur av einum bólti og einum H, sum ímyndar Hoyvík, men sum eisini er ein mynd fyri eina opna hurð inn í felagið ella víðari út í stóru verð har stjørnurnar møtast, tí ein dag so ferð Hoyvík út um landoddarnar at kappast. Stjørnurnar á bóltinum mynda leikarar, sum eru grundarlagið í felagsskapinum. Stjørnurnar boða frá eini bjartari framtíð, og vit seta eina greiða kós móti stjørnunum við veksandi menning fyri fótbóltsfelagsskapin í Hoyvík, har tað er rúm fyri øllum, skrivar felagið og leggur at afturat:

- Hvíti liturin umboðar álit, vitan, og tryggleika, sum eru lyklaorð hjá felagnum fyri vøkstur, gróður og samstarv. Búmerkið er reint og minimalistiskt og við nýggja búmerkinum vilja vit í Hoyvík verða ein partur av grógvandi lívinum, sum er her í Hoyvík. Vit vilja verða eitt fótbóltsfelag, ið umframt fótbólt, eisini taka atlit til samfelagið, náttúruna, framtíðina og vilja hugsa og virka burðardygt við grønum loysnum og høgum málum. Hetta kunnu vit gera við einum góðum felagsskapi við høgum málum, nærløgdum leikarum og fólki í øllum aldri.

Nýggja búmerkið hevur Billa Jenny Jónleifsdóttir gjørt. Nýggjur venjari hjá besta mansliðnum er Jens Martin Knudsen, sum hevur gjørt ein trý ára sáttmála.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

ORÐ & TÓNAR í Reinsarínum

27 minuttir síðan
Fótbóltur

Fimm stig til B36 og tvey stig til Skála ÍF

42 minuttir síðan
Tíðindi

Smábarn og tvær kvinnur dripin í Kharkiv

1 tími síðan
Tíðindi

Hvørji eru vit? Sjónleikur bjóðar norðurlendsku sjálvsfatanini av

1 tími síðan
Tíðindi

Gloria víðkar úr átta upp í fjúrtan búpláss

1 tími síðan
Tíðindi

Fróðskaparsetrið útvegað metstóran granskingarstuðul

2 tímar síðan
Fótbóltur

HB vann báðar dystirnar við Margáir - EB/Streymur vann dystin í Gundadali

2 tímar síðan
Tíðindi

Krabba­meins­fel­ag­ið bið­ur fyri fyrstu ferð um stuð­ul á fíggjar­lógini

2 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri stjórnarhermenn dripnir í houthi-álopi á hernaðarlegu

2 tímar síðan
Tíðindi

Frá sjúkrahúsverki til universitetssjúkrahús

2 tímar síðan
Fótbóltur

NSÍ fekk fullan pott móti 07 Vestur

3 tímar síðan
Tíðindi

Eingin lodnuveiða í Barentshavinum - triðja árið á rað

4 tímar síðan