Í vár samtykti bygdaráðið í Nes kommunu eftir tilmæli frá Burðardygd at rudda í sjónum fram við havnalgnum.
Hetta skuldi gerast í samband við árliga ruddingardagin hjá kommununi, sum var hin 30. apríl.
- Av ávísum orsøkum varð átakið útsett, men varð í staðin í síðstu viku.
Í Nes kommunu siga tey í dag, at ein kavarafyritøka stóð fyri ruddingini henda dagin, og arbeiðið fevndi um alt leyst tilfar út á 10 metrar úr bryggjuni.
- Endi varð settur á lutir, sum ikki kundu takast upp við handamegi, og síðan vórðu lutirnir lyftir upp við krana, og arbeiðsmenninir hjá kommununi hjálptu til við hesum.
Sigast má, at rættiliga stórar nøgdir av óruddi komu úr sjónum og myndirnar, sum kommunan hevur lagt á sín Facebook-vanga, vísa bert ein brotpart av øllum.
- Við hesum átaki vilja vit varpa ljós á, hvussu umráðandi tað er, at vit øll standa saman og dagliga hugsa um okkara umhvørvi, bæði á sjógvi og landi, siga tey í Nes kommunu í dag.