info
Ongi úrslit
© Magnus Fröderberg/Norden.org
Norðurlandaráðið samtykti 17 tilmæli og avgerðir á ársfundinum í Helsingfors í oktober. Millum málini eru havstreymarnir í Atlantshavinum, miðlakunnleiki og samstarv við Kanada

Norðurlanda­ráðið vil hava ávaring­ar­skip­an fyri broyt­ing­ar í havstreymum

Norðurlandaráðið hevur samtykt at mæla til eina felags norðurlendska váðameting og eina ávaringarskipan fyri broytingar í havstreymunum í Atlantshavinum. Hetta er eitt av 17 tilmælum og avgerðum, sum vórðu samtykt á ársfundinum í Helsingfors.

Eirikur Lindenskov
9. november 2026 kl. 12:29

Norðurlandaráðið hevur á ársfundinum í Helsingfors samtykt 17 tilmæli og avgerðir, sum skulu styrkja norðurlendska samstarvið á fleiri økjum.

Eitt av málunum snýr seg um havstreymarnar í Atlantshavinum, sum hava stóran týdning fyri veðurlag, náttúru og matvørutrygd í Norðurlondum.

Norðurlandaráðið vil, at Norðurlond í felag gera eina váðameting av møguligum broytingum í havstreymaskipanini AMOC.

AMOC er ein stór havstreymaskipan í Atlantshavinum, sum flytur hita norðureftir og hevur týdning fyri veðurlagið í Norðuratlantshavi.

Ráðið mælir eisini til at menna eina felags norðurlendska og evropeiska ávaringarskipan, sum tíðliga kann boða frá broytingum.

Málið skal harumframt takast upp í samskiftinum við ES-nevndina.

Fyri Føroyar er hetta eitt serliga viðkomandi mál, tí broytingar í havstreymunum kunnu fáa týdning fyri bæði havumhvørvið og liviumstøðurnar hjá fiskastovnum.

Vilja styrkja miðlakunnleikan hjá ungum

Eitt annað mál, sum Norðurlandaráðið hevur samtykt, snýr seg um miðlakunnleika hjá børnum og ungum.

Ráðið vil hava eina felags norðurlendska ætlan, sum skal styrkja førleikarnar hjá ungum at skilja, meta um og brúka miðlar.

Ætlanin skal millum annað fevna um keldukritikk, leiklutin hjá miðlunum í samfelagnum og vandarnar við tilgjørdum innihaldi, sum verður framleitt við vitlíki.

Norðurlandaráðið mælir til, at hesi evni verða partur av undirvísingini í fólkaskúlum og miðnámsskúlum.

Eisini skulu átøk gerast fyri fólk, sum í stóran mun halda seg burtur frá tíðindum.

Felags koppsetingarskrá fyri eldri

Norðurlandaráðið vil eisini hava kannað, um til ber at gera eina felags norðurlendska koppsetingarskrá fyri fólk eldri enn 65 ár.

Endamálið er at kanna møguleikarnar fyri at samskipa upplýsingar um koppsetingar millum londini.

Í hesum sambandi skulu eisini felags tilmæli um koppsetingar og møguligar fíggingarskipanir kannast.

Enn er talan bert um eitt tilmæli um at kanna møguleikarnar, og eingin avgerð er tikin um at seta eina slíka skrá í verk.

Størri samstarv við Kanada

Á ársfundinum varð eisini samtykt at arbeiða fyri tættari samstarvi millum Norðurlond og Kanada.

Norðurlandaráðið vil styrkja sambandið við kanadiska tjóðartingið og tingini í kanadisku landslutunum.

Serligur dentur skal leggjast á Arktis, tilbúgving og møguleikarnar hjá upprunafólkum at hava ávirkan á politiskar avgerðir.

Harumframt vil ráðið hava kannað, hvørjar avleiðingar fyribils marknaeftirlit millum Norðurlondini hava havt fyri fólk, sum ferðast um landamørk í sambandi við arbeiði.

Tilmælini skulu nú viðgerast

Tey flestu av teimum 17 samtyktunum eru tilmæli, sum verða send Norðurlendska ráðharraráðnum ella stjórnunum í Norðurlondum til víðari viðgerðar.

Talan er sostatt ikki um avgerðir, sum beinleiðis seta nýggjar skipanir í verk.

Ársfundurin hjá Norðurlandaráðnum varð hildin í Helsingfors 26.–29. oktober.

Norðurlandaráðið kunngjørdi í dag, 9. november, eitt yvirlit yvir samtyktirnar.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

17 minuttir síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

40 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

1 tími síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

1 tími síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

3 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

4 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

4 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

5 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

5 tímar síðan