info
Ongi úrslit

Olaf Johannessen fekk Mentanarvirðisløn landsins

Jenis av Rana handaði í kvøld Olafi Johannessen fremstu mentanarvirðisløn í Føroyum

Dagfinn Olsen
19. januar 2022 kl. 20:16

Jenis av Rana handaði í kvøld Olafi Johannesen fremstu mentanarvirðisløn í Føroyum. Olaf Johannessen fekk í kvøld Mentanarvirðisløn landsins 2021.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, segði m.a. í grundgeingunum, at Olaf hevur í Danmark fingið mangar viðurkenningar, eittnú kendu Reumert heiðurslønina.

Olaf Johannessen takkaði sera fegin fyri heiðurin og virðislønina, og ávaraði um, at tár kundu koma fyri. Hann hugleiddi um lív sítt sum sonur sjónleikara, ið virkaði í einum landi, ið ikki átti eitt leikhús, og hugleiddi Olaf um pápa sín, Eyðun Johannessen, ið sum fyrsti sjónleikari í Føroyum við útbúgving á økinum, bardist fyri leiklistini. Eisini takkaði hann familju og nærsambondum.

Síðani var á sjónbandi víst nakað av tí, sum Olaf hevur avrikað á palli í Danmark og í Føroyum.

Gunnvá Zachariassen, sjónleikari, bar síðani fram kvøðu.

Eftir at Uni Debess og manning høvdu framført tónleik, fekk Jenis av Rana, landsstýrismaður, orðið og bar fram endarøðu.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

  • Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

6 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

KÍ skal hava nýggjan venjara

9. oktober kl. 12:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

4 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Andrias fekk reyða kortið

5 tímar síðan
Hondbóltur

Nykøbing Falster tapti í heimadysti í Champions League

5 tímar síðan
Tíðindi

Teir veturgomlu vigaðu millum 110 og 114 pund

5 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus tapti annan dystin á rað

6 tímar síðan
Tíðindi

Grøn orka loysir seg

6 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Sandnes ULF javnaði til 1-1 í yvirtíðini

6 tímar síðan
Tíðindi

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

6 tímar síðan
Tíðindi

Jóanis hevur funnið dreyma­garð­in í Skúvoy

6 tímar síðan
Tíðindi

Tarira kemur heim við trimum virðislønum

7 tímar síðan
Tíðindi

Trump lýs­ir orku­vápna­hvíld – Russ­land held­ur fram við álopum

7 tímar síðan
Fótbóltur

Nú sær tað heilt svart út á Svangaskarði

8 tímar síðan