Tá Årets Reumert 2018 heiðurslønirnar vórðu handaðar í gjárkvøldið stóð føroyski Olaf Johannesen ovast á listanum.
Olaf Johannessen fekk heiðurslønina fyri »ekstraordinære præstationer og særlige talenter inden for dansk scenekunst«.
Størstu avrik innan danska leiklist vórðu heiðrað í gjárkvøldið, tá Reumertvirðislønir vórðu handaðar í Skuespilhuset í Keypmannahavn.
Hetta er 20. ferð, at virðislønin, sum Bikubenfonden hevur sett á stovn, er latin sjónleikararum, leikstjórum og framførslum, sum hava vakt ans.
Í ár eru nógvar framførslur skaptar við heimildum í kendum filmum og sjónvarpsrøðum, og tann gongdin kom týðuliga til sjóndar millum heiðurslønarmóttakararnar.
Teatret Republique í Keypmannahavn fekk heiðurslønina ársins sjónleik fyri framførsluna av »Festen«, sum er skaptur við heimild í filminum hjá Thomas Vinterberg við sama navni.
Heiðurslønina fyri barna-/ungdómsframførslu fekk Teater Vestvolden og teaterkompagniet Hils din mor fyri framførsluna »Fucking Åmål«, grundað á svenska kultfilmin við sama navni frá 1998.
Filmurin hjá Susanne Bier, »Brødre«, var grundarlag fyri Den Jyske Opera, sum fekk virðislønina fyri ársins opera fyri tulkingina av filminum frá 2004.
Årets Særpris fór til Husets Teater fyri framførsluna av »Rocky«, sum hevur sama heitið sum amerikanski filmurin frá 1976 við Sylvester Stallone í høvuðsleiklutinum sum boksarin Rocky Balboa.
Årets Hæderspris verður latin persóni, sum hevur gjørt sítt serliga íkast fyri leiklistina. Hendan heiður fekk føroyski Olaf Johannessen:
– Á Nørrebro Teater hava vit fagnað tær fyri leiklutin sum »Diktatoren« hjá Chaplin, har tú ta einu løtuna er tann hartmalandi, heilandi demagoturin – ta næstu løtuna jødiski hárskerin, sum roynir at lumpa sínar jagstrarar.
– Á Betty Nansen Teatret vart tú í »Requiem« vertshúseigarin, sum situr á einum beinki og lurtar eftir møsni um drukk og sex og svik so sinniliga og róligur sum ein Humphrey Bogart í »Casablanca«, segði stjórin í Bikubenfonden Søren Kaare-Andersen millum annað, tá hann handaði Olafi Johannessen virðislønina.
Tað er ein dómsnevnd við sjónleikaraummælarum, journalistum og mentanarfólkum, sum tilnevnir og velur út Reumert-virðislønarvinnararnar.
/ritzau/
Olaf Johannessen fingið Reumert heiðursløn Olaf Johannessen fingið Reumert heiðursløn
Tá Årets Reumert 2018 heiðurslønirnar vórðu handaðar í gjárkvøldið stóð føroyski Olaf Johannesen ovast á listanum
info
Eirikur Lindenskov
10. juni 2018 kl. 06:24
Mest lisið hesa vikuna
Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum
13. november kl. 22:59
Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar
15. november kl. 17:35
Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður
14. november kl. 17:37
Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«
15. november kl. 17:38
Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya
11. november kl. 13:05
Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni
13. november kl. 08:07
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Jenis: 42 høvdu hjáárin eftir koronukoppseting
53 minuttir síðan
Tíðindi
21 atkvøddu ímóti at yvirtaka løgregluna
1 tími síðan
Ítróttur
FM í skúlatalvi: Skúlin á Fløtum vann fyrsta dagin í FM í skúlatalvi
1 tími síðan
Fótbóltur
Haaland avgjørdi í yvirtíðini – Danmark skal spæla um at varðveita plássið
1 tími síðan
Hondbóltur
EHF European League: Mors-Thy var fyri stórtapi í Slovenia
2 tímar síðan
Fótbóltur
Nations League: Leggja fyri móti Ísrael á útivølli
2 tímar síðan
Hondbóltur
European League: Valur og TTH Holstebro taptu
3 tímar síðan
Fótbóltur
U19-landsliðið tapti eisini triðja dystin
3 tímar síðan
Tíðindi
Psykiatriski depilin flytir í H-bygninginum
6 tímar síðan
Tíðindi
Íslendingar krevja íslenskt mál í iPhone og Mac
6 tímar síðan
Tíðindi
Bara fýra atkvøður fyri at avmarka stutttíðarleigu
7 tímar síðan
Tíðindi
Hernaðarligt flutningsflogfar dottið niður í Russlandi
7 tímar síðan