info
Ongi úrslit

Vil seta inntøkumark í fiskavirkisskipanini

Margit Stórá ætlar at taka framtíðina hjá fiskavirkisskipanini upp við ALS-stýrið. Hon heldur, at fólk við høgari inntøku á fiskavirkjum møguliga ikki skulu hava rætt til stuðul afturat.

Eirikur Lindenskov
17. oktober 2026 kl. 15:15

Fólk, sum forvinna høga inntøku á fiskavirkjum í ávísum tíðarskeiðum, skulu møguliga missa rættin til útgjald úr fiskavirkisskipanini, tá lítið arbeiði er.

Tað heldur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almannamálum, sum ætlar at taka spurningin upp við stýrið fyri ALS.

Í einum svari til Liljuna Weihe, løgtingskvinnu, vísir landsstýriskvinnan á, at starvsfólk á uppsjóvarvirkjum og í fiskamjølframleiðsluni kunnu forvinna tað, sum svarar til eina miðalársløn, við at arbeiða styttri enn eitt ár.

Hon setur tí spurnartekin við, um tað er rímiligt, at tey eisini fáa útgjald úr fiskavirkisskipanini, tá lítið ella einki er at gera á virkinum.

Ein møguleiki er sambært landsstýriskvinnuni at seta eitt inntøkumark. Hava starvsfólk forvunnið meira enn eina ávísa upphædd á fiskavirkinum, skulu tey møguliga ikki hava rætt til stuðul úr skipanini afturat. Hon nevnir tó onga ítøkiliga upphædd.

Margit Stórá heldur eisini, at munur eigur at verða gjørdur á virkjum eftir, hvussu væl tey kunnu leggja arbeiðið til rættis.

Hon vísir á, at framleiðslan á kryvjivirkjum í alivinnuni ikki er tongd at veiðini hjá fiskiskipum og í stóran mun verður løgd til rættis langt fram í tíð. Á øðrum fiskavirkjum er arbeiðið hinvegin treytað av skiftandi tilgongd av rávøru.

Upprunaliga skuldi fiskavirkisskipanin tryggja fólki á slíkum virkjum eina rímiliga inntøku. Landsstýriskvinnan viðurkennir eisini, at skipanin er avgerandi fyri, at summi fiskavirki kunnu bera seg.

Samstundis heldur hon tað vera ein trupulleika, at nógv fólk fáa útgjald úr skipanini, meðan arbeiðsloysið er lágt og tørvur er á arbeiðsmegi aðrastaðni.

Sambært tølunum í svarinum vórðu 17,12 milliónir krónur útgoldnar úr fiskavirkisskipanini í 2024 og 16,83 milliónir í 2025.

Enn er eingin broyting samtykt. Margit Stórá upplýsir, at ALS-stýrið skal taka undir við ásetingunum, um broytingar skulu gerast í kunngerðunum við heimild í ALS-lógini.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Russisk álop tóku streymin frá meira enn einari millión fólkum

19 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Vejle vann á útivølli í Aalborg

20 minuttir síðan
Fótbóltur

Teitur er aftur í HB málinum

32 minuttir síðan
Tíðindi

Pávin út­skriv­að­ur eft­ir skurð­við­gerð fyri lungna­krabba

1 tími síðan
Hondbóltur

Maria vann á Rakul í bestu donsku hondbóltsdeildini

1 tími síðan
Tíðindi

Grønt skógarbelti verjir stórt vatngoymsluøki

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Bjartalíð og liðfelagarnir eru enn í stórum niðurflytingarvanda

2 tímar síðan
Tíðindi

Akranes hand­að Smyril Line – Skipa­nes fram­vegis und­ir umvæling

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Tað kostar eisini at spara

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava sjálvstøðuga avrúsingareind

4 tímar síðan
Tíðindi

Heilsuhjálpararnir sprongdu almenna lønarkarmin

4 tímar síðan
Tíðindi

Larmandi skut­ar­ar ó­rógv­aðu náttar­friðin í Runavík

6 tímar síðan