Føroyingauppgerð var í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti fyrr í dag.
Í FREJA Arena í Skanderborg tóku landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir móti Mariu P. Nólsoy og hennara liðfeløgum í Keypmannahavn.
Keypmannahavn vann dystin 23-18. Í steðginum var útiliðið á odda 16-11.
Rakul bjargaði átta av 15 málroyndum (53,33 prosent). Kappingarneytin, Else Bøg Hede bjargaði bara fimm av 21 málroyndum.
Maria skoraði fimm mál upp á átta málroyndir, og hon var saman við Emilie Ytting og Martha Nickelsen toppskjútti hjá Keypmannahavn. Maria legði eisini upp til trý mál, og hon vann eisini liðnum eitt brotskast.
Keypmannahavn er fjórðfremst í deildini við 10 stigum. Skanderborg hevur tapt sjey teir fyrstu dystirnar í kappingini, og tær hava enn fyrsta stigið til góðar.