Sum liður í at gera busslummar fram við Biskupsstøðgøtu – báðu megin millum Varpið og Norðoya Sparikassa, verða runnanir tiknir burtur á suðursíðini í dag.
Her plagdi til jóla at verða prýtt um við perum eftir runnunum, men letur tað seg ikki gera í ár. Nøkur av størru trøunum verða flutt og endurnýtt í lundini inn móti skúlanum.
Tá ið vegaarbeiðið, sum er at beiðka vegin við einum busslumma á um tríggjar metrar, er liðugt, verða runnar settir aftur sunnan fyri gongubreytina.
-
©
Endamálið við hesum er at gera góð og trygg busssteðistøð her, sum tæna skúlabørnunum eina betri og tryggari leið til og frá skúlanum.
Talan verður sostatt um eina flyting av bussrutunum úr míðbýarøkinum til Biskupsstøðgøtu, har rúmligir busslummar vera í báðum síðum.
Kommunan hevur kunnað fornfrøðismyndugleikarnar um grevsturin.