info
Ongi úrslit

Politiskt PechaKucha-kvøld 5. desember

Kom á ein øðrvísi, men rámandi valfund uttan uttanumtos, tá vit skipa fyri politiskum PechaKucha-kvøldi í Norðurlandahúsinum 5. desember kl. 20.20.

PechaKucha Tórshavn
30. november 2022 kl. 21:40

Orrustur innanfloks, floksskifti, nýggj valevni, flokstrúskapur anno 2022, veðurlagskreppa, inflatión og so framvegis.

Tað eru nógv viðurskifti, sum ávirka politikkin hjá ymsu flokkunum; nógv, sum hevur stungið seg upp nú nógv ár eftir, at flokkarnir eina ferð orðaðu sína stevnuskrá. Hvussu ávirkar hetta flokkarnar í dag? Hevur stevnuskráin nakað at siga, og hvussu duga ymsu flokkarnir at skilja seg burturúr, nú rákið í stóran mun flytir seg móti miðjuni?

Ber tað í dag til at siga, hvat tað er, sum skilir Javnaðarflokkin frá Tjóðveldi? Ella Fólkaflokkin frá Miðflokkinum? Hvat sermerkir flokkarnar, og hvussu kunnu vit sum veljarar verða trygg við, at tá vit 8. desember seta krossin við ein flokk/valevni, at tað er júst her, atkvøðan endar, tá samanum kemur?

Alt hetta er áhugavert – bæði fyri tey, ið skulu á val fyri fyrstu ferð, men eisini hjá øllum hinum veljarunum, sum eru áskoðarar til broytingarnar og aftur skulu til atkvøðukassarnar. Er flokkurin, vit valdu til seinasta val, framveigs hin sami? Eru vit framvegis tey somu? Vit hava eina atkvøðu, og hon hevur bert virði 8. desember. Hvussu brúka vit so hana best?

Myndin er ikki tøk

Í stuttum kunnu vit siga um Pecha Kucha, at hetta er ein framløguháttur, har hvør framløga er 20 myndir, sum hvør sæst á skíggjanum í 20 sekund. Hetta merkir, at tú fært ein niðurkókaðan, stuttan og greiðan boðskap. Og tað er kanska ikki altíð so lætt, men politisku flokkarnir hava tikið av avbjóðingini og skulu borðreiða við teirra politiska boðskapi upp á 6 min og 40 sekund - hvørki meir ella minni!

Flokkarnir eru umboðaðir soleiðis:

A - Fólkaflokkurin: Beinir Johannesen

B - Sambandsflokkurin: Helgi Abrahamsen og Michael Koba

C - Javnaðarflokkurin: Margit Stórá

D - Sjálvstýri: Heri Danielsen

E - Tjóðveldi: Høgni í Stórustovu

F - Framsókn: Christoffur G. Nielsen

H - Miðflokkurin: Bill Justinussen og Terje Vestergaard

Umframt politisku framløgurnar fara vit at hoyra onnur kveikjandi fólk, ið hvør í sínum lagi fara at tosa um evni, ið hava við val at gera.

Myndin er ikki tøk

Demokratia fer at hava eina framløgu við heitinum ‘Javnstøða kemur ikki av sær sjálvari’, Hallbera Fríða West fer at tosa um politiskar flokkar sum eina fólkaræðisliga neyðsynjarvøru, og so fara vit at hoyra Holm Johannesen brøðurnar, Kára og Páll, við framløgu, ið hevur fingið heitið ‘Frá Championship Manager til livandi val-tøl’.

Tiltakið er fyri øll, ið hava áhuga og eina atkvøðu at lata 8. desember 2023. Kom og hoyr, hvat teir ymsu flokkarnir allarhelst vilja hava, at vit veljarar fáa at vita um tey og teirra flokk. Vælkomin á valkvøld í besta PechaKucha-anda í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 5. desember kl. 20.20.

Áhoyrar verða bidnir um at møta í seinasta lagi kl. 20.00. Dyrnar lata aftur kl. 20.15.

 

PechaKucha Tórshavn

Sissal, Ingrid, Eyðun, Katrin, Lív og Marius

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Sama ríkið. Ójavnt ræði

45 minuttir síðan
Tíðindi

Í »bíðibygdini« bíða tey enn eftir at sleppa heim

54 minuttir síðan
Tíðindi

Zelenskyj í ST: - Vit velja ikki at doyggja

3 tímar síðan
Tíðindi

AI-stjórar ávara ST um váðan við vitlíki

3 tímar síðan
Tíðindi

Hava aftur leitað í dag - uttan úrslit

4 tímar síðan
Hondbóltur

Sasja er í gongd aftur í bestu sveisisku hondbóltsdeildini

4 tímar síðan
Tíðindi

Grønlandski lands­stýr­is­for­mað­ur­in: Av­tal­an stað­fest­ir sjálvs­av­gerð­ar­rættin

5 tímar síðan
Hondbóltur

Ísak og liðfelagarnir í HØJ máttu lúta fyri Aalborg

5 tímar síðan
Tíðindi

Pensjón, fost­ur­tøka og kopp­set­ing­ar á skránni í Løg­tinginum

5 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann grannauppgerðina - VÍF vann norðuri í Klaksvík

6 tímar síðan
Tíðindi

Harvey Weinstein fær 15 ára fongsulsrevsing fyri kynsligan ágang

6 tímar síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona legði fyri í svensku kappingini við tapi

6 tímar síðan