Kvinnurnar hjá H71 taptu eisini seinnu sekstandapartsfinaluna í European Cup móti ukrainska liðnum, Galychanka.
Í dag gjørdist talan um 24-32 tap, ið er ein bati sammett við 22-37 tapið í tí fyrra dystinum. Í steðginum var støðan 17-11 til Galychanka.
H71 skoraði upp á 24 av 49 málroyndum.
Galychanka vinnur seg sostatt í áttandapartsfinalurnar við einum samlaðum 69-46 sigri.
Galychanka-H71 32-24 (17-11) - Seinna sekstandapartsfinalan í European Cup. Galychanka vinnur samantalt 69-46.
Málskjúttar: Maria H. Weyhe 5/10, Rakul Christiansen 4/5, Anna Elisabeth H. Weyhe 3/5, Marta Højgaard 3/6, Sunniva Bogadóttir 3/6, Hedvig Zachariasen 2/4, Ronja Ranadóttir 1/1, Sára Berg á Lag 1/3, Karina Heinesen 1/3, Lukka Arge 1/5.
Bjargingar: Anita Dahl 6/27 (22,2 %), Maria Beder 3/14 (21,4 %).
H71-Galychanka 22-37 (11-19) - Fyrra sekstandapartsfinalan í European Cup.
Málskjúttar: Anna Elisabeth H. Weyhe 6/12, Sára Berg á Lag 5/9, Karin Egholm 4/5, Maria H. Weyhe 3/9, Lukka Arge 2/3, Lív Berg á Lag 1/1, Karina Heinesen 1/3.
Bjargingar: Maria Beder 12/49 (24,5 %).