Estland fer at steingja øll marknalið til Russlands frá 1. desember. Tað skrivar estiski uttanríkisráðharrin, Margus Tsahkna, á X.
Hann sigur, at stongsulin skal skerja møguleikarnar hjá Russlandi at fremja fíggindaligt virksemi í Estlandi. Hann hevur kunnað starvsfelagar sínar í Finnlandi, Lettlandi og Litava um avgerðina. Eingin dagfesting er kunngjørd fyri, nær marknaliðini lata upp aftur.
Sambært Reuters eru trý marknalið millum Estland og Russland opin í løtuni. Tey eru í Narva, Luhamaa og Koidula.
Átta handtikin
Estiski forsætisráðharrin, Kristen Michal, segði fyrr í dag, at GRU gav boð um eina skaðagerð móti dronuframleiðaranum Threod Systems sunnunáttina. Álopið var í Viimsi, norðan fyri høvuðsstaðin Tallinn.
Sambært forsætisráðharranum varð stórur skaði avmarkaður, tí trygdin var herd, og myndugleikarnir bóru skjótt at. Hann lýsir álopið sum part av russiskum royndum at minka um stuðulin til Ukraina og trýstið á Russland.
Átta fólk, sum búgva í Lettlandi, eru handtikin í málinum, sigur estiski høvuðsákærin Astrid Asi sambært AFP.
Í august varð eldur settur á hjá einari aðrari estiskari verjufyritøku, Milrem Robotics. Estiski forsætisráðharrin segði tá, at russiska fregnartænastan hevði givið boð um skaðagerðina.
/ritzau/