Fremst á skránni eru trý uppskot um at hækka hámarkið fyri sjúkradagpengar, broyta skattalógina og víðka rættin til familjuískoyti. Møgulig onnur viðgerð av øllum trimum uppskotunum er eisini sett á skránna. Skattauppskotið fevnir millum annað um at hækka samdøgursfrádráttin, steðga stigvísu lækkingini av uttanlandsfrádráttinum og geva frádrátt fyri fakfelagsgjald. Uppskotið um familjuískoyti hækkar bæði inntøkumarkið, har rætturin til ískoytið fellur burtur, og markið fyri, hvussu stóra ogn ein kann hava og framvegis fáa ískoyti.
Uppskotið hjá Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni, um at hækka markið fyri, hvussu nógv lesandi kunnu tjena, áðrenn inntøkan verður mótroknað í lestrarstuðlinum, kemur til aðru viðgerð. Tað gera uppskotini um yvirtøku av landslæknaembætinum og um stutttíðarleigu av bústøðum eisini. Trivnaðarnevndin er býtt í stutttíðarleigumálinum, har fimm nevndarlimir mæla frá at samtykkja uppskotið, og tveir taka undir við tí.
Tilráðingarnar og ársfrágreiðingarnar hjá Útnorðurráðnum og Norðurlandaráðnum fyri 2025 koma eisini til aðru viðgerð.
Seinni á fundinum verður fyrsta viðgerð av tveimum uppskotum. Annað snýr seg um broytingar í dagstovnalógini, millum annað um uppgávubýtið millum land og kommunur og um námsfrøðiliga ráðgeving. Hitt er eitt uppskot um at seta á stovn eina grundútbúgving í tilbúgving. Framløga er síðsta punkt á skránni.