Býráðið samtykti á fundi 5. november at gera broytingar í býarplaninum og almennu byggisamtyktini.
Ætlanin er at stovna eitt nýtt vinnuøki, sum fær heitið D50.
Økið fevnir um grótbrotið í Skálafirði, matriklarnar 63 og 548 og partar av matriklunum 62c og 64b.
Tilsamans er talan um 34.000 fermetrar, ella 3,4 hektarar.
Uppskotið liggur frammi til almenna viðgerð. Møgulig mótmæli og broytingaruppskot skulu vera Runavíkar býráði í hendi í seinasta lagi 4. januar 2027.