Jóhanna Fossdalsá Sørensen var á vøllinum allan dystin, tá lið hennara, svenska meistaraliðið, BK Häcken tók ímóti Piteå, ið hevði landsliðsliðskiparan, Áslu Johannesen á vøllinum í 89 minuttir.
Häcken sum var staðfestur svenskur meistari longu 2. november livdi upp til favorittstøðuna, og vann 2-0 á Piteå.
Maja Bodin legði heimaliðið á odda beint eftir steðgin. Í yvirtíðini staðfesti Emma Östlund sigurin.
Häcken endaði á 71 stigum fyri 26 dystir. Tær taptu bara ein dyst og leiktu tveir javnar. Í 23 av 26 dystum endaði tað við sigri til Häcken. Hammarby hevur 65 stig á øðrum plássinum.
Piteå endaði á tíggjunda og fimtaftasta plássinum við 28 stigum. Tær vóru eitt skiftið í niðurflytingarvanda, og kunnu tí fegnast um enn eitt kappingarár í Damallsvenskan.