Greenland Airports hækkar ferðafólkagjaldið fyri flogferðir úr Grønlandi frá 1. januar 2027. Gjaldið verður kravt inn umvegis flogfeløgini og er partur av ferðaseðlaprísinum.
Hækkingin er 324 krónur um veturin og 634 krónur um summarið. Nýggja gjaldið fevnir um allar flogferðir úr Grønlandi uttan tær úr Nerlerit Inaat í Eysturgrønlandi.
Herð krøv økja útreiðslurnar
Greenland Airports, sum rekur 13 flogvallir í Grønlandi, sigur í tíðindaskrivi, at gjaldið verður hækkað fyri at fíggja vaksandi rakstrarútreiðslur. Herð krøv til flogtrygd eru ein av orsøkunum.
– Vit vildu sjálvandi nógv heldur lækka gjøldini og stimbra virksemið. Men við teimum herdnu krøvunum og útreiðslunum, sum fylgja við, hevur tað verið neyðugt at hækka gjøldini, sigur fíggjarstjórin Per S. Trærup í tíðindaskrivinum.
Á flogvøllinum í Nuuk er tørvur á tríggjar ferðir so nógvum starvsfólkum til trygdareftirlitið, sum felagið upprunaliga roknaði við. Danska Trafikstyrelsen hevur javnan eftirlit við grønlendsku flogvøllunum og hevur fleiri ferðir seinastu árini sett herd trygdarkrøv.
Hall á 2,7 milliardir krónur
Greenland Airports hevði eitt hall á 2,7 milliardir krónur í 2025. Umframt hægri útreiðslur hevði felagið minni virksemi á flogvøllunum enn væntað.
Grønlendska sjálvstýrið eigur meirilutan í felagnum, og grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, hevur góðkent nýggju gjøldini.
Tá ársroknskapurin varð lagdur fram í summar, segði landsstýrisformaðurin Jens-Frederik Nielsen sambært KNR, at hann væntaði, at felagið greiddi erliga og ítøkiliga frá, hvat var farið galið, og síðani tók neyðug stig.
Kelda · Ritzau