info
Ongi úrslit

Runnu fyri meira enn hálva millión

Í gjár var sokallaða RAG renningin á TeenStreet, sum er í Suðurtýsklandi har eini 400 føroyingar eru

Eyðun á Lakjuni
4. august 2025 kl. 13:40

Í gjár var árliga stuðulsrenningin á TeenStreet í Suðurtýsklandi, nevnd  RAG. RAG stendur fyri Raise And Give, - Samla Og Gev. Og tað má sigast, at væl varð samlað, tí tá ið avtornaði, vísti tað seg, at hesi runnu fyri 71.000 evrur, sum svarar til væl omanfyri hálva millión krónur.

Renningin á TeenStreet er skipað á tann hátt, at hvør rennari hevur savnað sær nakrar stuðlar, ið annaðhvørt stuðla við fastari upphædd ella við at lata eina upphædd pr. rundu, sum verður runnin.

Á hendan hátt ræður um at renna so nógvar rundir, sum ein nú orkar – meira tú rennur, meira savnar tú av peningi. Runnið verður inni á økinum her á TeenStreet, og hvør runda er umleið ein kilometur.

Kappast varð eisini um hvørt lið, ið samlað rann flestar rundur. Ikki óvæntað var tað eitt føroyskt lið, ið lá langt fremst. Tað liðið rann samanlagt 182 rundir. Eisini var tað ein føroyingur, ið hevði fingið flest stuðlar at stuðla sær.

Í ár verður savnað inn til hesar tríggjar verkætlaninar:

1. Stuðul fer til at hjálpa, bøta um og tálma rúsevnismisnýtsluni í Laos, sum er alsamt vaksandi

2. OM í Albania

3. TeenStreet kring heimin

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

Í gjár kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Gonguprát við Inga Jonhardsson um steypafinaluna

4 tímar síðan
Tíðindi

Seyðahundarnir koma heim

4 tímar síðan
Tíðindi

Talv: Hørð byrjan

4 tímar síðan
Tíðindi

Lágmæltur krígsfilmur úr Ísrael

4 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanski miðbankin hækkar rentuna

5 tímar síðan
Hondbóltur

Ovi og Pauli vunnu seg í fjórðingsfinalurnar í norsku steypakappingini

5 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Füchse Berlin mátti lúta fyri Veszprém

5 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: EB kopp­aði greipu­vinn­ar­u­num

6 tímar síðan
Tíðindi

Føroyingar arbeiða nógv longri

7 tímar síðan
Fótbóltur

Vendsyssel fekk dreymabyrjan men tapti fyri superliguliði

7 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Áki legði upp til málið sum tryggjaði Mjällby eitt stig

7 tímar síðan
Tíðindi

Ray á Roks vann silv­ur við skerpi­kjøti og sjó­pylsu á pizzuni

7 tímar síðan