info
Ongi úrslit
© Tim Barsoe/Reuters/Ritzau Scanpix

Partabrøv í Grønlandi fóru til himmals eftir nýggja USA-avtalu

Fleiri feløg við virksemi í Grønlandi fingu stór kurslop á amerikansku virðisbrævamarknaðunum í dag, eftir at boðað varð frá, at ein avtala millum USA, Danmark og Grønland er komin undir land.

Eirikur Lindenskov
21. september 2026 kl. 16:45

Tá viðrisbrævamarknaðirnir í USA lótu upp í morgun fór partabrævið hjá Greenland Energy 127 prosent upp, meðan Greenland Mines hækkaði 136 prosent. Eisini Critical Metals Corp, sum vinnur sjáldsom ráevni í Grønlandi, hækkaði nógv – um 33 prosent.

Stóri áhugin verður settur í samband við væntanir um størri politiska og vinnuliga greiðu kring framtíðar ráevnisvinnu í Grønlandi.

– Áhugin fyri grønlendskum ráevnum er vaksandi. Kritisk ráevni hava avgerandi týdning fyri veitingartrygdina hjá Evropa og grøna orkuskiftið – frá vindmyllum og battaríum til verjutøkni og aðra strategiska tøkni, sigur Peter Thagesen, geopolitiskur stjóri í Dansk Industri, í einari viðmerking.

Hann heldur tí, at tað kann hava stóran týdning fyri íløguhugin, um avtalan millum Danmark, Grønland og USA gevur størri greiðu og støðufesti um, hvussu Grønland skal mennast komandi árini.

– Tað er ein týdningarmikil fortreyt fyri langtíðaríløgum og ábyrgdarfullari menning, sigur Peter Thagesen.

Stóru kurslopini vísa samstundis, hvussu nógv marknaðurin væntar sær av grønlendsku ráevnunum, nú USA, Danmark og Grønland hava fingið eina nýggja politiska rammu upp á pláss.

Kelda: Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

Í gjár kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Danmark: NATO skal hava størri ábyrgd av trygdini í Arktis

10 minuttir síðan
Fótbóltur

Fimm stig til Víking og tvey stig til 07 Vestur

1 tími síðan
Tíðindi

Bústaðaøkið á Lygnnesi boðið út av nýggjum

1 tími síðan
Tíðindi

Ólógligt at taka pengar fyri at sleppa á Slættaratind

2 tímar síðan
Tíðindi

Norska løgreglan deilir mynd: Báturin farin í tvey

2 tímar síðan
Tíðindi

Fordøma russiskum vali í hersettum ukrainskum økjum

3 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til HB og fýra stig til AB

3 tímar síðan
Tíðindi

Tann ógreinandi tilveran, tann stóra gloymskan og lendið í minninum

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur skúli kann nú gerast veruleiki í Vági

4 tímar síðan
Tíðindi

Venstre niður á 5,8 prosent í nýggjari veljarakanning

5 tímar síðan
Tíðindi

Serfrøðingur: Nógvir russar ynskja frið

5 tímar síðan
Fótbóltur

Sjey stig til EB/Streym og eitt stig til B68

5 tímar síðan