info
Ongi úrslit

Russisk skip fiska minni – men eru fleiri dagar í føroyskum sjógvi

Sámal Petur í Grund vil hava greiðu á trygdarmetingum og eftirliti við russiskum fiskiskipum. Hann spyr eisini, um trygd skal fylla meira í komandi fiskivinnusamráðingum við Russland.

Eirikur Lindenskov
5. november 2026 kl. 18:15

Hví brúka russisk fiskiskip fleiri dagar í føroyskum sjógvi, hóast veiðan er minkað?

Tað er ein av spurningunum, sum Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður, setur Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og fiskivinnumálum, í einum skrivligum fyrispurningi eftir grein 53 í tingskipanini.

Hann vil vita, hvørjar trygdarmetingar verða gjørdar, áðrenn russisk fiskiskip fáa loyvi at fiska í føroyskum sjógvi, og hvussu myndugleikarnir hava eftirlit við, at skipini ikki reka annað virksemi, sum kann hótta trygdina í Føroyum.

Minni veiða og fleiri fiskidagar

Í viðmerkingunum vísir Sámal Petur í Grund til eina grein hjá Sjúrði Skaale í Norðlýsinum 25. oktober.

Sambært tølunum, sum verða endurgivin í fyrispurninginum, fiskaðu russisk skip 92.413 tons fyrra hálvár 2025 og 78.558 tons fyrra hálvár 2026. Samstundis vaks talið av fiskidøgum úr 670 upp í 722.

Lesið eisini: Illgrunasom russ­isk skip fiska minni – men eru meir til staðar

Løgtingsmaðurin vísir eisini til upplýsingar í greinini um, at skip, sum hava verið undir illgruna fyri annað virksemi enn fiskiskap, hava fingið fiskiloyvi.

Hann leggur tó dent á, at upplýsingarnar ikki í sjálvum sær eru prógv um ólógligt virksemi.

Tær reisa kortini spurningar um grundarlagið undir loyvunum og eftirlitið við skipunum, heldur hann.

Vil hava trygdina við í samráðingarnar

Sámal Petur í Grund spyr, um landsstýrið hevur kannað, hví russisku skipini eru fleiri dagar í føroyskum sjógvi, hóast tey fiska minni.

Harumframt vil hann vita, um landsstýrismaðurin ætlar at endurskoða treytirnar fyri russiskum fiskiloyvum og leggja størri dent á trygdaráhugamál í komandi fiskivinnusamráðingum við Russland.

Í viðmerkingunum vísir hann á umrøðu av illgrunasamari ferðslu hjá russiskum skipum nær við týðandi samskiftiskaðlar í Norðuratlantshavi.

Føroyar eru í stóran mun bundnar at sjókaðlum og øðrum týðandi undirstøðukervi, sum krevur verju, skrivar hann.

Løgtingsmaðurin staðfestir samstundis, at fiskivinnusamstarvið við Russland hevur havt búskaparligan týdning fyri føroyska fiskivinnu. Hann vil tí hava bæði búskaparliga gagnið og møguliga trygdarvandan lýstan.

Fyrispurningurin er dagfestur 4. november.

Mest lisið hesa vikuna

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

23 tímar síðan

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sjokuláta og jóla­kal­end­ar­ar tikn­ir aft­ur eft­ir frá­boð­an­ir um sjúku

16 minuttir síðan
Tíðindi

Kastrup stevnir móti metári

47 minuttir síðan
Hondbóltur

Jana avrikaði væl móti donsku meistarunum

1 tími síðan
Tíðindi

Ravsøgn útgeva nýtt staklag um kópakonuna

1 tími síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Stjørnan vann á Kyndli í bólki 1

1 tími síðan
Tíðindi

Føroysk dansilist partur av altjóða pallseting í Taivan

1 tími síðan
Tíðindi

Bústaðir byggja 37 nýggj­ar í­búð­ir við Vill­ing­a­dals­vegin

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Ungarn vann stórsigur á Montenegro í okkara bólki

2 tímar síðan
Tíðindi

Heðin Ziska Davidsen framførir tónleikin úr verkinum RIVA – Kanska ein bygd

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Áki legði upp til mál tá Mjällby vann á Borac Banja Luka

2 tímar síðan
Tíðindi

Bretar hækka rentuna fyri fyrstu ferð í trý ár

3 tímar síðan