Russiska olju- og gassfelagið Rosneft, sum russiski staturin hevur ræðið á, hevur sett avmarkingar á søluna av bensini og diesel á bensinstøðum í fleiri pørtum av Russlandi.
Tað skriva russiskir miðlar sambært ukrainska miðlinum Kyiv Independent. Tíðindastovan Reuters hevur eisini umrøtt avmarkingarnar.
Orsøkin er ein røð av ukrainskum álopum á russisk oljureinsiverk, sum hava ávirkað veitingina av brennievni.
Í Karelija í útnyrðingspartinum av Russlandi kunnu kundar á bensinstøðum við høvuðsvegirnar í mesta lagi keypa 30 litrar av bensini ella 50 litrar av diesel í senn.
Tað hevur guvernørurin í økinum, Artur Parfentjikov, upplýst á Telegram.
Somu avmarkingar eru settar í verk í býnum Ulan-Ude í eystara parti av Sibiria.
Í Krasnojarsk í Sibiria kunnu kundar keypa millum 30 og 50 litrar av bensini og í mesta lagi 100 litrar av diesel.
Eisini í fleiri øðrum russiskum landspørtum eru avmarkingar settar á søluna av brennievni.
Álop á oljureinsiverk
Sambært Kyiv Independent hevur Ukraina síðani 30. oktober framt álop á fýra oljureinsiverk, sum Rosneft rekur.
Í nátt varð eisini eitt oljureinsiverk í Kirisji í Leningrad-landspartinum rakt av einum ukrainskum álopi.
Tað hevur guvernørurin í økinum upplýst.
Hetta oljureinsiverkið verður rikið av felagnum Kinef, sum er dótturfelag hjá russiska oljufelagnum Surgutneftegas.
Álopini eru partur av royndunum hjá Ukraina at raka russisku orkuvinnuna, sum hevur stóran fíggjarligan týdning fyri Russland.
Eisini avmarkingar á útflutninginum
Russland setti líknandi avmarkingar á bensin- og dieselsøluna í summar, eisini eftir ukrainsk álop á oljureinsiverk.
Russisku myndugleikarnir hava harumframt sett avmarkingar á útflutningin av bensini og diesel.
Endamálið er at tryggja, at nóg mikið av brennievni er til russiska heimamarknaðin.
Tað er enn ógreitt, hvussu leingi nýggju avmarkingarnar verða galdandi.
Kelda: Ritzau, Reuters og Kyiv Independent.