Deiligt hjá teimum.
Her heima vísa meiningskanningar annars, at undirtøkan fyri einum føroyskum stati uttan fyri ríkisfelagsskapin er nakað lunkað. Tó er púra greitt, at flestu føroyingar ynskja broytingar í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.
Tað ynskið eiga vit at taka í álvara, og tað eigur ikki at verða skotið út í óvissa framtíð.
Eg haldi, at Føroyar skulu hava fult ræði á egnum landi, gjarna í felagsskapi við Danmark. Og eg haldi eisini, at hetta er nakað, flest føroyingar kunnu taka undir við.
Vit skulu sjálvi gera tær avtalur og byggja tey sambond, sum gagna Føroyum, í staðin fyri at vera bundin av loysnum, sum fyrst og fremst tæna Danmark.
Tí skal ríkisfelagsskapurin endurskoðast. Vit eiga at taka stig nú, meðan viljin at finna nýggjar loysnir tykist at vera til staðar bæði í Føroyum og Danmark.
Við avtaluni, sum varð undirskrivað í gjár, er staðfest, at Føroyar og Grønland ikki hava somu støðu í ríkisfelagsskapinum. Tað er ein broyting, vit ikki eiga at lata fara fram við, tí ein felagsskapur, har allir partar ikki eru eins nógv verdir, er ikki nógv verdur.
Avgerðir um føroysku framtíðina eiga at verða tiknar við støði í føroyskum áhugamálum.
Okkara land, okkara ábyrgd, okkara avgerð
Helena F. Jørmundsson