info
Ongi úrslit
- Ukraina hugsar um kríggj hvørja løtu, men hetta er ikki sjálvboðið. Russland hóttir tilverugrundarlagið hjá okkum, segði Volodymyr Zelenskyj á ST-aðalfundi í kvøld

Zelenskyj í ST: - Vit velja ikki at doyggja

- Russiski forsetin, Vladimir Putin, er einasti heimsleiðari, sum ynskir kríggið, segði ukrainski forsetin á ST-aðalfundi í kvøld

Vilmund Jacobsen
23. september 2026 kl. 23:25

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur í kvøld hildið røðu á ST-aðalfundi.

Her segði hann eitt nú, at 248.000 russisk herfólk antin eru dripin ella hava fingið álvarsligar løstir í krígnum í Ukraina higartil í ár.

- Tað er ørskapur, legði hann aftrat.

Forsetin segði, at Ukraina hevur video-prógv í hvørjum einstøkum føri.

- Russiski forsetin, Vladimir Putin, er einasti heimsleiðari, sum ynskir kríggið í Ukraina.

Volodymyr Zelenskyj segði, at kríggið sum heild hevur gjørt heimin til eitt ótryggari stað, og kríggið hevur økt um stríðsstøðið í restini av heiminum, legði hann aftrat.

Hann segði, at Ukraina hugsar um kríggj hvørja løtu, men hetta er ikki sjálvboðið, sum hann tók til. Russland hóttir tilverugrundarlagið hjá Ukraina.

- Vit velja at liva!

Volodymyr Zelenskyj vísti á, at Vladimir Putin aftur og aftur hevur lovað skjóta framgongd í krígnum - og so legði forsetin aftrat:

- Men, hetta fer at miseydnast honum - eisini hesaferð, segði ukrainski forsetin millum annað á ST-aðalfundi í kvøld.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

AI-stjórar ávara ST um váðan við vitlíki

1 tími síðan
Tíðindi

Hava aftur leitað í dag - men uttan úrslit

2 tímar síðan
Hondbóltur

Sasja er í gongd aftur í bestu sveisisku hondbóltsdeildini

2 tímar síðan
Tíðindi

Grønlandski lands­stýr­is­for­mað­ur­in: Av­tal­an stað­fest­ir sjálvs­av­gerð­ar­rættin

2 tímar síðan
Hondbóltur

Ísak og liðfelagarnir í HØJ máttu lúta fyri Aalborg

3 tímar síðan
Tíðindi

Pensjón, fost­ur­tøka og kopp­set­ing­ar á skránni í Løg­tinginum

3 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann grannauppgerðina - VÍF vann norðuri í Klaksvík

3 tímar síðan
Tíðindi

Harvey Weinstein fær 15 ára fongsulsrevsing fyri kynsligan ágang

4 tímar síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona legði fyri í svensku kappingini við tapi

4 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Vilhelmi reyk úr týsku steypakappingini

4 tímar síðan
Tíðindi

Spyr hví undirvísing í føroyskum ikki er í fleiri økjum

5 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mattias Hellisdal er klárur til stóra møguleikan

6 tímar síðan