info
Ongi úrslit
Sagt hevur verið, at báturin var heilur, men holvdur, tá hann varð funnin. Hann fór í tvey, tá roynt varð at taka hann upp úr sjónum

Hava aftur leitað í dag - men uttan úrslit

Tey fýra, sum leigaðu frítíðarbátin til fisking í Noregi seinasta fríggjadag, vóru partur av einum ferðalag úr Kekkia, sum taldi átta

Vilmund Jacobsen
23. september 2026 kl. 22:18

Í dag hevur aftur verið leitað eftir teimum trimum saknaðu, sum fóru út at fiska við einum leigaðum frítíðarbáti í Noregi seinasta fríggjamorgun.

Tá báturin ikki var komin aftur, tá kvøldið kom, og tey sambært avtaluni skuldu verið komin til lands aftur, varð leiting sett í verk eftir kekkisku ferðafólkunum.

Seint fríggjakvøldið varð báturin funnin holvdur, og ein av teimum ferðandi varð funnin sjólátin. Eingin av hinum trimum er komin afturíaftur.

Norska løgreglan sigur, at leitingin í dag tíverri var úrslitaleys, og framvegis eru tey trý ferðafólkini, sum løgreglan roknar við eru sjólátin, saknað.

- Vit steðga nú leitingini fyri dagin. Avgjørt verður í morgin, um nýggj leiting verður sett í verk, sigur norska løgreglan.

Norska løgreglan hevur upplýst, at bátsvanlukkan eftir øllum at døma hendi út fyri lítlu oynna, Grip, sum liggur millum Averøy og Smøla.

Tey fýra, sum leigaðu frítíðarbátin til fisking seinasta fríggjadag, vóru partur av einum ferðalag úr Kekkia, sum taldi átta.

Lesið eisini: Krav skal verða um ferðaleiðara

https://in.fo/grein/sjomadur-i-40-ar-krav-um-ferdaleidara

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Sasja er í gongd aftur í bestu sveisisku hondbóltsdeildini

1 tími síðan
Tíðindi

Grønlandski lands­stýr­is­for­mað­ur­in: Av­tal­an stað­fest­ir sjálvs­av­gerð­ar­rættin

1 tími síðan
Hondbóltur

Ísak og liðfelagarnir í HØJ máttu lúta fyri Aalborg

1 tími síðan
Tíðindi

Pensjón, fost­ur­tøka og kopp­set­ing­ar á skránni í Løg­tinginum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann grannauppgerðina - VÍF vann norðuri í Klaksvík

2 tímar síðan
Tíðindi

Harvey Weinstein fær 15 ára fongsulsrevsing fyri kynsligan ágang

2 tímar síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona legði fyri í svensku kappingini við tapi

2 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Vilhelmi reyk úr týsku steypakappingini

3 tímar síðan
Tíðindi

Spyr hví undirvísing í føroyskum ikki er í fleiri økjum

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mattias Hellisdal er klárur til stóra møguleikan

5 tímar síðan
Tíðindi

USA hevur boðið Putin til G20-fund í Miami

5 tímar síðan
Tíðindi

Iran vísti myndir av dripnum børnum í ST

5 tímar síðan