Tá Jens-Frederik Nielsen, stjórnarleiðari í Grønlandi, kom heim til Nuuk mikukvøldið, varð hann fagnaður av fólki á flogvøllinum. Seinni um kvøldið varð hildin tíðindafundur í mentanarhúsinum Katuaq.
– Tað, sum verður undirstrikað í hesi avtalu, er, at vit trý skulu metast sum javnsettir partar, segði hann sambært grønlendska miðlinum KNR.
Hann vísti á, at tað nú stendur í eini undirskrivaðari avtalu millum Grønland, Danmark og USA, at sjálvsavgerðarrætturin hjá grønlendingum skal virðast.
Grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Múte B. Egede, varð eisini fagnaður í Katuaq. Eftir eina langa tíð við óvissu kunnu grønlendingar nú „rætta herðarnar“, segði hann sambært Sermitsiaq.
Avtalan varð undirskrivað í New York týsdagin av Jens-Frederik Nielsen, Mette Frederiksen, forsætisráðharra, og Donald Trump, forseta. Hon broytir og útbyggir verjuavtaluna um Grønland frá 1951. Sambært danska forsætismálaráðnum staðfestir hon eisini fullveldið og landamørkini hjá danska ríkinum umframt sjálvsavgerðarrættin hjá grønlendingum.
Á tíðindafundinum varð Jens-Frederik Nielsen spurdur, hvussu álitið á USA kann endurreisast eftir hóttandi útsagnir frá amerikanskari síðu. Hann segði seg skilja ótryggleikan, men helt fast við, at undirskrivaða avtalan vigar tyngri enn útsagnir á sosialum miðlum.
Avtalan er ikki komin endaliga í gildi. Hon skal fyrst ígjøgnum neyðugar parlamentariskar mannagongdir í Grønlandi og Danmark.
Ritzau/KNR/Sermitsiaq