info
Ongi úrslit

Pensjón, fost­ur­tøka og kopp­set­ing­ar á skránni í Løg­tinginum

Løgtingið kemur saman í morgin klokkan 11. Fimm mál eru á dagsskránni, teirra millum endalig viðgerð av eini broyting í eftirlønarlógini.

Eirikur Lindenskov
23. september 2026 kl. 20:53

Tingfundur verður í morgin 24. september klokkan 11. Fyrsta málið á skránni er atkvøðugreiðsla um uppskotið „Koppsetingar fyri Korona“.

Lesið eisini: Jenis krevur svar um koronu­kopp­set­ing­ar

Síðani verður triðja viðgerð av uppskoti um at broyta eftirlønarlógina. Uppskotið snýr seg um, at fólk, sum hava fingið tillutaða framskundaða pensjón ella fyritíðarpensjón, kunnu byrja at fáa útgoldið úr síni eftirlønarsamansparing, áðrenn tey røkka vanliga fólkapensjónsaldrinum.

Trý onnur mál skulu til fyrstu viðgerð: ársfrágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2025, frágreiðingin um virksemið hjá Norðurlandaráðnum í 2025 og eitt uppskot um broyting í fosturtøkulógini.

Sambært dagsskránni verða málini um ársfrágreiðingina hjá umboðsmanninum og fosturtøkulógina beind í Rættarnevndina eftir fyrstu viðgerð. Málið um Norðurlandaráðið verður beint í Uttanlandsnevndina.

Kelda: Dagsskrá Løgtingsins

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Ísak og liðfelagarnir í HØJ máttu lúta fyri Aalborg

17 minuttir síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann grannauppgerðina - VÍF vann norðuri í Klaksvík

57 minuttir síðan
Tíðindi

Harvey Weinstein fær 15 ára fongsulsrevsing fyri kynsligan ágang

1 tími síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona legði fyri í svensku kappingini við tapi

1 tími síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Vilhelmi reyk úr týsku steypakappingini

1 tími síðan
Tíðindi

Spyr hví undirvísing í føroyskum ikki er í fleiri økjum

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mattias Hellisdal er klárur til stóra møguleikan

3 tímar síðan
Tíðindi

USA hevur boðið Putin til G20-fund í Miami

4 tímar síðan
Tíðindi

Iran vísti myndir av dripnum børnum í ST

4 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Hernaðarvenjing í Vestmanna

4 tímar síðan
Tíðindi

Hetland setur undir­sjóvar­tunnil til Yell fremst

5 tímar síðan
Tíðindi

Reyði Krossur Føroya vertur fyri norðulendskar fyrstuhjálparsamskiparar

5 tímar síðan