info
Ongi úrslit

AI-stjórar ávara ST um váðan við vitlíki

Leiðarar í stórum tøknifyritøkum vilja hava størri varsemi og altjóða samstarv um vitlíki. Donald Trump, forseti, avvísir hinvegin eina altjóða skipan, sum skal stýra tøknini.

© Brendan McDermid/Reuters.
Sam Altman, stjóri í OpenAI, tosar mikudagin við trygdarráð ST um váðan við vitlíki.
Eirikur Lindenskov
23. september 2026 kl. 23:15

Menningin av vitlíki krevur sera stórt varsemi. Tað segði Sam Altman, stjóri í OpenAI, við trygdarráð ST mikudagin sambært AFP.

– Vinnan má ikki góðtaka ov stóran tøkniligan váða, bara tí fyrimunirnir eru ov stórir og týdningarmiklir til at seta ferðina niður, segði hann.

Dario Amodei, stjóri í Anthropic, ávaraði eisini um avleiðingarnar, um tøknin ikki verður handfarin væl.

– Verður hon handfarin illa, haldi eg enntá, at vitlíki kann vera ein váði fyri mannaættina sum heild, segði hann.

Granskarin Yoshua Bengio, sum hevur verið við til at leggja grundarlag undir nútímans vitlíki, nevndi váðan bæði veruligan og nærverandi. Eingin einstakur limur í trygdarráðnum kann fáa tamarhald á honum einsamallur, segði hann sambært Reuters.

Altman helt fram, at týdningarmestu avgerðirnar um vitlíki ikki eiga at verða tiknar í tøknistovum í San Francisco einsamøllum. Tær eiga at verða formaðar gjøgnum fólkaræðisligar mannagongdir og av stjórnum, sum standa borgarunum til svars. Tað krevur altjóða samstarv, segði hann.

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sum var við á fundinum, tók eisini undir við tørvinum á altjóða samstarvi. Hann vísti á, at spenningsøkið millum stóru møguleikarnar og váðarnar við vitlíki er ein av mest átrokandi avbjóðingunum í okkara tíð.

Dansk Industri vónar, at fundurin verður byrjanin til ítøkilig átøk. Stórveldini eiga í minsta lagi at viðurkenna, at tamarhald á teimum mest framkomnu AI-skipanunum er eitt felags trygdarmál – ikki bara ein kappdystur um at koma fyrst, sigur Andreas Holbak Espersen, ið hevur ábyrgd av AI-økinum í felagsskapinum.

Donald Trump, forseti í USA, tók eina aðra støðu í røðu síni á aðalfundi ST týsdagin. Hann avvísti royndir at gera eina altjóða skipan til at stýra vitlíki. USA fer at fremja tøknina heldur enn at halda henni aftur, segði hann. Hvíta húsið hevur almannakunngjørt útsagnirnar úr røðuni.

Ritzau/AFP/Reuters

Jean-Noël Barrot talar á fundi í trygdarráði ST; Lars Løkke Rasmussen situr vinstrumegin.
Franski uttanríkisráðharrin Jean-Noël Barrot talar á fundinum um vitlíki í trygdarráði ST í New York 23. september 2026. Danski uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen sæst vinstrumegin. © Brendan McDermid/Reuters/Ritzau Scanpix
Dario Amodei talar umvegis video á fundi í trygdarráði ST.
Dario Amodei, stjóri í Anthropic, luttekur umvegis video á fundinum um vitlíki í trygdarráði ST í New York 23. september 2026. © Brendan McDermid/Reuters/Ritzau Scanpix
Fundur í trygdarráði ST um vitlíki; Dario Amodei sæst á stórskíggja.
Trygdarráð ST viðger vitlíki á fundi í New York 23. september 2026. Dario Amodei, stjóri í Anthropic, sæst á stórskíggja og luttekur umvegis video. © Brendan McDermid/Reuters/Ritzau Scanpix
Sam Altman talar í trygdarráði ST um vitlíki.
Sam Altman, stjóri í OpenAI, talar um vitlíki á fundi í trygdarráði ST í New York 23. september 2026. © Brendan McDermid/Reuters/Ritzau Scanpix

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Zelenskyj í ST: - Vit velja ikki at doyggja

33 minuttir síðan
Tíðindi

Hava aftur leitað í dag - men uttan úrslit

1 tími síðan
Hondbóltur

Sasja er í gongd aftur í bestu sveisisku hondbóltsdeildini

2 tímar síðan
Tíðindi

Grønlandski lands­stýr­is­for­mað­ur­in: Av­tal­an stað­fest­ir sjálvs­av­gerð­ar­rættin

2 tímar síðan
Hondbóltur

Ísak og liðfelagarnir í HØJ máttu lúta fyri Aalborg

2 tímar síðan
Tíðindi

Pensjón, fost­ur­tøka og kopp­set­ing­ar á skránni í Løg­tinginum

3 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann grannauppgerðina - VÍF vann norðuri í Klaksvík

3 tímar síðan
Tíðindi

Harvey Weinstein fær 15 ára fongsulsrevsing fyri kynsligan ágang

3 tímar síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona legði fyri í svensku kappingini við tapi

3 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Vilhelmi reyk úr týsku steypakappingini

4 tímar síðan
Tíðindi

Spyr hví undirvísing í føroyskum ikki er í fleiri økjum

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mattias Hellisdal er klárur til stóra møguleikan

6 tímar síðan