Í høllini á Hálsi suður var í kvøld grannauppgerð millum Kyndil og Neistan í Burn Mansdeildini.
Neistin vann dystin 35-33. Í steðginum var Neistin á odda 18-16.
Tobias Thisen var við níggju málum toppskjútti hjá Neistanum. Við sjey málum var Ári Arnason toppskjútti hjá Neistanum.
Í KÍ-høllini vann VÍF 34-28 á Team Klaksvík. Í steðginum hevði VÍF eina greiða 21-12 leiðslu.
Við sjey málum var Jónas Sólsker toppskjútti hjá Team Klaksvík. Brandur Martinsson Hansen og Hallur Arason vóru toppskjúttar hjá VÍF við seks málum hvør.
H71 er fremst í deildini við seks stigum. Síðani koma fýra lið við fýra stigum. Tey eru VÍF, KÍF, Neistin og Kyndil. EB hevur tvey stig, meðan Team Klaksvík og StÍF enn hava fyrsta stigið til góðar.