Aftaná drúgva skaðafráveru er føroyski málverjin, Aleksandar "Sasja" Lacok í gongd aftur í bestu sveisisku hondbóltsdeildini.
Liðið hjá Sasja, TSV St. Otmar St. Gallen hevur í seks teimum fyrstu dystunum í kappingini vunnið tríggjar dystir, og teir hava tapt tríggjar dystir.
Í kvøld tapti St. Gallen á útivølli 27-32 (11-16) fyri RTV 1879 Basel.
Andreas Björkmann var fyrsta val hjá St. Gallen í kvøld, men ta tíðina Sasja slapp at verja málið hjá St. Gallen í kvøld bjargaði hann trimum av níggju málroyndum.
Leygardagin klokkan 17 hevur St. Gallen dyst á heimavølli móti Kadetten Schaffhausen.