Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í HØJ, ið spælir í næstbestu donsku hondbóltsdeildini høvdu í kvøld fína vitjan í áttandapartsfinaluni í donsku steypakappingini.
Mótstøðuliðið í Farum Arena vóru donsku greipuvinnararnir, Aalborg.
Í fyrra hálvleiki gav HØJ Aalborg ein skarpan gang, og í steðginum var støðan javnleikur 15-15. Í seinna hálvleiki hevði Aalborg munin, og vunnu teir dystin 30-25.
Ísak var effektivur í kvøld. Hann fekk skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir.
Nú kann HØJ fokusera burturav upp á kappingina í næstbestu deildini. Komandi sunnudag klokkan 15 hava teir dyst á heimavølli, har Tønder kemur á vitjan.
HØJ hevur seks stig fyri fýra teir fyrstu dystirnar í kappingini.
Magnus Árason var við í hópinum, tá lið hansara Mors-Thy vann seg víðari í steypakappingini við einum 29-26 (16-13) sigri á Ribe-Esbjerg í Blue Water Dokken høllini í Esbjerg.