Í Rong Cham í Kambodja standa húsini í longum røðum. Fólk í økinum kalla búsetingina »bíðibygdina«. Her búgva familjur, sum flýddu undan bardøgum við markið til Tailands og framvegis bíða eftir at sleppa heim.
Ein teirra er tatoverigslistamaðurin Cheng Bora, sum eisini verður kallaður Sam. Fyrr hevði hann nógvar kundar í Boeung Trakuon við markið. Nú tekur hann ímóti fólki heima í Rong Cham, men arbeiðið er nógv minkað. Hann tekur eisini smá arbeiði sum rørsmiður, elektrikari og húsasmiður fyri at vinna til lívsins uppihald, skrivar Reuters.
Saman við konu síni og dóttur fór hann til markið, umleið 20 kilometrar frá Rong Cham, at hyggja móti gamla heiminum. Hann sigur við Reuters, at hann bæði hugsar um, nær hann sleppur aftur, og um bardagar kunnu bresta á av nýggjum.
Bardagar millum Kambodja og Tailand byrjaðu í juli í fjør og kyknaðu aftur í desember, áðrenn vápnahvíld kom í lag. Sambært kambodjiskum myndugleikum kunnu fleiri enn 20.000 fólk enn ikki venda heim, skrivar Reuters.
Kambodja heldur uppá, at tailendsk herlið standa á kambodjiskum øki. Tailand vísir hesum aftur og sigur seg halda avtaluna um vápnahvíld. Markið millum londini er framvegis stongt.
Kelda: Reuters.