Vestmanna kommuna fer í sambandi við arbeiðið við fíggjarætlanini at umrøða møguleikan at krevja tænastugjald fyri tóm hús. Tað verður gjørt á bygdarráðsfundi mánadagin.
Tað sigur Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri.
Kommunan hevur arbeitt við einum lista frá fólkayvirlitinum yvir hús, har eingin er skrásettur at búgva. Arbeiðið er ikki liðugt, men fyribils uppgerðin vísir umleið 50 tóm hús av teimum knappiliga 800 húsunum í bygdini.
– Eg vil, at vit kanna møguleikan og vísa bygdarráðslimunum, hvat kann koma inn, og hvat tað kostar kommununi, sigur Sára Jógvansdóttir.
Hon vísir á, at umsiting fylgir við einari slíkari skipan. Harumframt skal kommunan sambært borgarstjóranum rinda IRF fyri tænasturnar til húsini, um gjald verður lagt á tey.
Tí er neyðugt at kanna, hvussu nógv kommunan í veruleikanum hevur eftir, tá útreiðslurnar eru drignar frá.
– Man skal eisini hugsa um, hvat liggur eftir, og um tað er tað vert ella ikki, sigur hon.
Hámarkið fyri tænastugjald á tóm býli verður næsta ár 8.426 krónur fyri hvørt býli. Tað svarar til umleið 702 krónur um mánaðin. Hetta er ásett í kunngerð frá Fíggjarmálaráðnum.
Sára Jógvansdóttir leggur dent á, at eingin avgerð er tikin um at leggja gjald á tóm hús í Vestmanna. Málið er fyribils bara til umrøðu í sambandi við fíggjarætlanina.