info
Ongi úrslit
© Thomas Coex/Ritzau Scanpix
Cristiano Ronaldo hevur biðið um umbering, eftir at hann brádliga fór úr portugisisku landsliðsleguni í Keypmannahavn. Nú er hann fyribils leikbannaður.

Ronaldo fyribils leikbannaður eftir at hann rýmdi úr landsliðsleguni

Portugisiska fótbóltssambandið hevur reist eitt skundmál móti Cristiano Ronaldo, sum fór úr landsliðsleguni í Keypmannahavn eftir ósemju við landsliðsvenjaran

Eirikur Lindenskov
10. oktober 2026 kl. 14:55

Cristiano Ronaldo er fyribils leikbannaður, eftir at hann fór úr leguni hjá portugisiska landsliðnum í Keypmannahavn.

Aganevndin hjá portugisiska fótbóltssambandinum hevur reist mál móti stjørnuni. Tað upplýsir sambandið í eini fráboðan, sambært portugisiska miðlinum A Bola.

Í fráboðanini stendur, at Ronaldo er fyribils leikbannaður, meðan málið verður viðgjørt, og at talan er um eitt skundmál.

Fyrr í vikuni bað 41 ára gamli áleyparin um umbering fyri brádliga at vera farin úr landsliðsleguni.

– Eg átti ikki at hava gjørt tað. Ábyrgdin er bara mín, segði hann.

Sambært Ronaldo hevði landsliðsvenjarin, Jorge Jesus, brotið eina avtalu við hann. Dagarnar eftir hendingina viðgekk áleyparin tó, at hann hevði tikið ov rívan til.

Ronaldo fór úr leguni stutt undan dystinum hjá Portugal móti Danmark í Nations League. Hetta var triði dysturin hjá Portugal í bólkaspælinum.

Hann hevur greitt frá, at undan landsliðssavningini var avtalað, at hann skuldi spæla fyrsta og síðsta av teimum fýra dystunum, sum Portugal hevði fyri framman. Talan var um heimadystirnar móti Wales og Noregi.

Ronaldo spældi sum ætlað móti Wales. Sambært honum spurdi landsliðsvenjarin síðani, um hann eisini kundi spæla ein hálvan tíma móti Noregi.

Tað játtaði Ronaldo. Hann hitaði upp í seinna hálvleiki, men varð ongantíð settur á vøllin.

Sambært Ronaldo avtalaðu teir báðir síðani, at landsliðsvenjarin skuldi greiða frá gongdini á tíðindafundinum undan dystinum móti Danmark.

Tað gjørdi venjarin tó ikki, sigur Ronaldo, og tí valdi hann at fara úr landsliðsleguni.

Cristiano Ronaldo hevur spælt 234 landsdystir fyri Portugal og skotið 146 mál. Hann hevur áður spælt við millum annað Real Madrid og Manchester United og spælir nú við saudiarabiska felagnum Al-Nassr.

/ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

Í gjár kl. 08:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

U17-kvinnurnar hava tapt fyri Litava og Estlandi

1 tími síðan
Tíðindi

Umrøða gjald á tóm hús í Vestmanna

1 tími síðan
Fótbóltur

Bjartalíð og liðfelagarnir vunnu týdningarmiklan sigur

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj hartar Trump: Russisk dieselolja fer ikki at skapa frið

2 tímar síðan
Fótbóltur

15 nýggir UEFA B-venjarar hava fingið prógv

2 tímar síðan
Tíðindi

21 atkvøddu fyri – nú nærk­ast yvir­tøk­an av rús­evn­is­mál­i­num

3 tímar síðan
Tíðindi

Simme Musikkhús heldur fram

4 tímar síðan
Tíðindi

Skrásetingar­gjaldið á bil­um gav 82,5 pros­ent meira í lands­kassan

4 tímar síðan
Tíðindi

20 ár síðani vanlukkuna við Atlantsflog í Stord

5 tímar síðan
Tíðindi

Maður hand­tik­in fyri ófanta­ligan at­burð í nátt

6 tímar síðan
Fótbóltur

Oddsini millum 07 Vestur og EB/Streym eru púra jøvn

7 tímar síðan
Tíðindi

Tað almenna fekk 414 milli­ón­ir meira í skatti

7 tímar síðan