info
Ongi úrslit

21 atkvøddu fyri – nú nærk­ast yvir­tøk­an av rús­evn­is­mál­i­num

Løgtingið samtykti í gjár uppskotið um at yvirtaka málsøkið 'rúsandi evni' við aðru viðgerð. Ætlanin er, at yvirtøkan fær gildi 1. januar 2027, men triðja viðgerð er eftir.

Eirikur Lindenskov
10. oktober 2026 kl. 12:04

Øll 21 tingfólkini, sum atkvøddu, tóku undir við uppskotinum. Eingin atkvøddi ímóti, og eingin atkvøddi blankt.

Uppskotið, sum Beinir Johannesen, løgmaður, hevur lagt fram, broytir ræðislógina, so málsøkið rúsandi evni verður yvirtikið. Málið hevur verið til viðgerðar í Uttanlandsnevndini. Tingmálið sæst her.

Við yvirtøkuni fáa føroyskir myndugleikar lóggávuvald og útinnandi vald á økinum. Málsøkið er í dag felagsmál, hóast føroyskir myndugleikar longu umsita tað og bera meginpartin av útreiðslunum.

Ein av grundgevingunum fyri yvirtøkuni er, at tað skal ganga skjótari at dagføra reglurnar um rúsevni.

Í viðmerkingunum til uppskotið verður víst á, at Heilsu- og orkumálaráðið hevur royndir við, at tað tekur sera langa tíð at fáa nýggj rúsevni á listan yvir evni, sum einans kunnu nýtast til medisinsk og vísindalig endamál.

Við føroyskum lóggávuvaldi verður mett, at henda tilgongdin verður bæði lættari og skjótari. Samstundis verður betri møguleiki at laga reglurnar til føroysk viðurskifti.

Útreiðslurnar av yvirtøkuni verða væntandi avmarkaðar, tí flestu uppgávurnar longu liggja hjá føroyskum myndugleikum.

Gildiskoman er sett til 1. januar 2027, so myndugleikarnir fáa stundir at fyrireika yvirtøkuna og gera neyðugar samstarvsavtalur við danskar myndugleikar. Hetta stendur í viðmerkingunum til lógaruppskotið.

Málið skal nú til triðju viðgerð, áðrenn tað er endaliga samtykt.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

Í gjár kl. 08:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Simme Musikkhús heldur fram

1 tími síðan
Tíðindi

Skrásetingar­gjaldið á bil­um gav 82,5 pros­ent meira í lands­kassan

1 tími síðan
Tíðindi

20 ár síðani vanlukkuna við Atlantsflog í Stord

2 tímar síðan
Tíðindi

Maður hand­tik­in fyri ófanta­ligan at­burð í nátt

3 tímar síðan
Fótbóltur

Oddsini millum 07 Vestur og EB/Streym eru púra jøvn

4 tímar síðan
Tíðindi

Tað almenna fekk 414 milli­ón­ir meira í skatti

4 tímar síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona tapti á útivølli

6 tímar síðan
Hondbóltur

KA/Þór var fyri fimta tapinum á rað

12 tímar síðan
Hondbóltur

Silja var toppskjútti hjá Ajax við átta málum

12 tímar síðan
Fótbóltur

Västerås tapti á Gamla Ullevi leikvøllinum

13 tímar síðan
Hondbóltur

Maria og liðfelagarnir mistu í oddastríðnum

13 tímar síðan
Tíðindi

Trump lovar russiskt diesel til sperdar amerikanarar

14 tímar síðan