info
Ongi úrslit

Sluppu merkiliga væl frá frontalum samanstoyti

- Tíbetur vísti tað seg, at her var ikki talan um álvarslig likamlig mein, og øll sluppu eftir umstøðunum væl frá hendingini, sigur løgreglan.

Vilmund Jacobsen
2. desember 2023 kl. 11:45

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at tað á ávísum vegastrekkjum hevur verið rættiliga hált í nátt og í morgun.

Stutt eftir midnátt í gjárkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp í hálkuni á Kaldbaksvegnum, har tey tilsamans seks fólkini, sum vóru í bilunum, tíbetur sluppu merkiliga væl frá hendingini.

- Óhappið hendi á vegnum niðan móti Kaldbakstunlinum, har annar bilurin var á veg suðureftir og hin á veg norðureftir.

Vaktleiðarin sigur, at annar bilurin helst er farin skeivur á vegnum í nógvu hálkuni, og hetta gjørdist til ein frontalan samanstoyt. 

- Í øðrum bilinum vóru fimm fólk, og í hinum var førarin einsamallur. Báðir bilarnir fingu stóran skaða, men tíbetur sluppu øll seks fólkini væl frá hendingini.

Sjúkrabilar komu á staðið. Nøkur fólk vórðu kannað á staðnum, og onnur vórðu tikin við á Landssjúkrahúsið til kanningar.

- Men, tíbetur vísti tað seg, at her var ikki talan um álvarslig likamlig mein, og øll sluppu eftir umstøðunum væl frá hendingini.

Sambært vaktleiðaranum var so hált á hesum vegastrekki á Kaldbaksvegnum hesa løtu, at tey noyddust at senda boð eftir Landsverki at salta vegin beinanvegin.

- Um vegurin ikki varð saltaður, hevði verið neyðugt at stongt vegin, men tíbetur komu fólk hjá Landsverki beinanvegin.

Løgreglan fer at avhoyra fólkini, sum vóru í bilinum fyri at finna út av júst, hvat tað var sum hendi á Kaldbaksvegnum í nógvu hálkuni í nátt.

- Vit kundu eisini staðfesta, at hvørgin bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka, leggur vaktleiðarin aftrat.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

9 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

10 tímar síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

14 tímar síðan

B68 hevur sett nýggjan venjara

7 tímar síðan

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

9 tímar síðan

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

11 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kt-skipan til barsil krevur 2,5 milliónir afturat

5 tímar síðan
Tíðindi

Toskurin lyftir grønlendska búskapin

5 tímar síðan
Tíðindi

Føroysk lesandi fáa betri treytir til próvtøku í Danmark

5 tímar síðan
Tíðindi

Skrá tøk fyri mentanardagarnar 2026

5 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri deyð í bussvanlukku í Sveis í kvøld

6 tímar síðan
Tíðindi

Nærum 130 undirvísingar-filmar í støddfrøði á føroyskum

6 tímar síðan
Tíðindi

FSF víðkar stuðulin til skúlafótbólt

6 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern og United vunnu stórsigrar

7 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi Fagraberg hevur roynst væl

7 tímar síðan
Fótbóltur

B68 hevur sett nýggjan venjara

7 tímar síðan
Hondbóltur

Trúgvi Hávardsson legði aftur upp til fleiri mál í kvøld

7 tímar síðan
Tíðindi

Russar leypa á ukrainskar keypsmiðstøðir

7 tímar síðan