info
Ongi úrslit

Skanderborg-Aarhus tapti annan dystin á rað

Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir hava sjey stig upp til oddaliðið

Heri Á. Simonsen
11. oktober 2026 kl. 22:20

Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus hava tapt tríggjar av teimum seinastu fýra dystunum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

Og tað byrjar at síggjast á stigatalvuni. Skanderborg-Aarhus er nummar sjey í deildini við 10 stigum. Teir hava sjey stig upp til oddaliðið, GOG, ið er liðið hjá Óla Mittún.

Í kvøld tapti Skanderborg-Aarhus á heimavølli 29-31 fyri Fredericia, ið var á odda 16-15 í steðginum.

Jóhan skoraði sjey mál upp á níggju málroyndir, og var næstbesti málskjúttin hjá heimaliðnum.

Í næstbestu deildini hava Rúnar Hammer og liðfelagarnir í Stoholm enn fyrsta stigið til góðar aftaná sjey dystir.

Hesaferð tapti Stoholm á útivølli 21-34 (8-16) fyri Team Sydhavsøerne. Rúnar skoraði fýra mál.

Liðið hjá Juliani J. Kragesteen, Køge tapti á útivølli 30-32 (17-18) fyri Rækker Mølle.

Køge er fjórðaftast í deildini við fýra stigum.

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

1 tími síðan

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Nykøbing Falster tapti í heimadysti í Champions League

11 minuttir síðan
Tíðindi

Teir veturgomlu vigaðu millum 110 og 114 pund

14 minuttir síðan
Tíðindi

Grøn orka loysir seg

58 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Sandnes ULF javnaði til 1-1 í yvirtíðini

1 tími síðan
Tíðindi

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

1 tími síðan
Tíðindi

Jóanis hevur funnið dreyma­garð­in í Skúvoy

1 tími síðan
Tíðindi

Tarira kemur heim við trimum virðislønum

1 tími síðan
Tíðindi

Trump lýs­ir orku­vápna­hvíld – Russ­land held­ur fram við álopum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Nú sær tað heilt svart út á Svangaskarði

2 tímar síðan
Fótbóltur

Europa er aftur í eygsjón hjá B36

3 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: B36 vann 2-1 á Argjum

3 tímar síðan
Tíðindi

14.000 vilja steðga laksa­al­ing í Seyðis­firði

3 tímar síðan