Um middagsleitið í gjár hækkaði Effo oljuprísin, og á midnátt kunngjørdi Magn júst somu príshækking.
Ein litur av gassolju – ella húsarhaldsolju – kostar í dag 13 krónur og 31 oyru. Tað eru 13 oyru meira, enn hann kostaði í gjáramorgunin.
Talan er um 28. prísbroyting síðani 24. februar, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina.
Ein litur av bensini kostar 15 krónur og 16 oyru hjá Effo, tað sama, sum hann hevur kostað seinastu vikuna, tá hann lækkaði 32 oyru úr 15,48 krónum niður í 15,16 krónur.
Hjá kappingarneytanum Magn hevur bensinið seinastu vikuna kosta 15,23 krónur, 7 oyru dýrari enn hjá Effo.
Hinvegin hevur Effo nú hægri prís á diesel, enn Magn. Hjá Effo kostar ein litur av diesel 14 krónur og 5 oyru. Hjá Magn kostar hann 13 krónur og 99 oyru, ein prísmunur á 5 oyru.
Tað er sera óvanligt, at prísmunur er hjá feløgunum í meira enn ein dag, tá annað felagið tillagar prísin eftir hinum felagnum. Uppaftur meira óvanligt er tað, at oljufeløgini ikki hava felags prís á bensini og diesel í eina heila viku – og at tey ikki tillaga prísmunin, tá prísbroytingar verða gjørdar.
Støðan er so tann í dag, at annað oljufelagið hevur dýrari bensin, meðan hitt hevur dýrari diesel. Allir aðrir oljuprísir eru teir somu.
Síðani russisku innrásina í Ukraina er tað húsarhaldsoljan – gassoljan – sum er hækkað mest Føroyum. Hon er nú 47,9 prosent dýrari, enn hon var 24. februar. Bátadiesel er 45,7 prosent dýrari, diesel er 43,6 prosent dýrari, og bensinið – sum er hækkað minst, er nú 32 prosent dýrari, enn tað var 24. februar.
So setti oljuprísurin aftur met í Føroyum So setti oljuprísurin aftur met í Føroyum
Í gjár løgdu bæði oljufeløgini nøkur oyru oman á oljuprísin, soleiðis at húsarhaldsoljan aftur í dag setir met
Eirikur Lindenskov
29. juni 2022 kl. 08:20
Mest lisið hesa vikuna
Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr
22 tímar síðan
Simme Musikkhús heldur fram
10. oktober kl. 11:24
29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd
5. oktober kl. 23:35
Vembur og avroð slongd eftir Argjavegnum
Í gjár kl. 21:48
Sjúrður yrkir á Fólkatingi
9. oktober kl. 08:56
Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?
6. oktober kl. 14:56
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Rannsakaðu heimið hjá Trump-kritikara: – Eg vil ikki tiga
11 minuttir síðan
Tíðindi
Fyrrverandi borgarstjóri er nú varaborgarstjóri í Vestmanna
1 tími síðan
Fótbóltur
Høvdu vunnið seks av seks dystum - taptu fyri Andorra á fyrsta sinni
2 tímar síðan
Tíðindi
Eyðdis vil hava aldursmark – Jacob hevur ongar ætlanir
2 tímar síðan
Tíðindi
Aksel ætlar ikki at strika toll og avgjøld
3 tímar síðan
Tíðindi
Heystfagnaðarskráin 2026 er tøk
3 tímar síðan
Tíðindi
53 milliónir meira til gransking og menning
3 tímar síðan
Tíðindi
Fyrsta føroyska váðamyndin verður klár í november ella desember
5 tímar síðan
Fótbóltur
Eitt stig til B68 og sjey stig til Víking
5 tímar síðan
Tíðindi
Almenn byggisamtykt endurskoðað og góðkend
6 tímar síðan
Tíðindi
SSL skal gjalda: Havnin vil ikki víkja frá avtalu
6 tímar síðan
Tíðindi
SSL-skip skulu ikki frítakast fyri at gjalda
6 tímar síðan